Grava 4.000 lík uppaftur

Í Meksiko leita myndugleikarnir eftir meiri enn 500 horvnum kvinnum, og nú verður leitað í kirkjugarðinum

Meiri enn 4.000 lík skulu takast upp úr einari felagsgrøv í meksikanska býnum Ciuadad Juarez, sum er nærhendis amerikanska markinum. Ta avgerðina hevur almenni ákærin, Patricia Gonzales, tikið, tí hon hevur sett sær fyri at finna tær nógvu kvinnurnar, sum eru horvnar í Ciuadad Juarez.

 

Meksikanska løgreglan hevur nøvnini á meiri enn 500 kvinnum, sum búðu í Ciuadad Juarwz, men sum eru horvnar síðani fyrst í nítiárunum. Løgreglan hevur illgruna um, at hópdrápsmenn hava beint fyri minst 360 av teimum horvnu kvinnunum, og at drápsmenninir framvegis ganga leysir.

 

Patricia Gonzales hevur sent boð eftir 30 læknum og tannlæknum, sum skulu samanbera DNA frá líkunum við DNA hjá avvarðandi hjá teimum horvnu kvinnunum. Á tann hátt vónar hon at finna í hvussu er nakrar av teimum horvnu kvinnunum.

 

Átakið hjá almenna ákæranum er samstundis ein roynd at bøta um arbeiðið hjá løgregluni í Ciuadad Juarez. Patricia Gonzales sigur við AP, at løgregluarbeiðið hevur verið alt ov tilvildarligt, at at tey seinastu 15 árini eru meiri enn 4.200 fólk jarðað í kirkjugarðinum í býnum, uttan at løgreglan hevur gjørt sær tann ómak at kanna, hvørji tey deyðu vóru.

 

Tey nógvu drápini og gitingarnar um, at talan er um ein ella fleiri hópdrápsmenn,hava gjørt Ciuadad Juarez kedan um allan heimin. Tey seinastu 15 árini eru meiri enn tíggju menn tiknir og avhoyrdir, men drápsmaðurin ella drápsmenninir ganga framvegis leysir.