Gráu lonirnar í Hoydølum til sølu

Landsverk boðar frá, at gráu lonirnar, sum standa í Hoydølum, eru til sølu.

 

Talan er um 4 lonir.

 

Landsverk selur 4 lonir, sum eru bygdar saman við einari millumgongd. Keyparin hevur sjálvur alla ábyrgd og allan kostnað av at taka lonirnar niður og flyta tær av økinum. Tær verða seldar samlaðar, verður m. a. sagt á landsverk.fo, har nærri sølutilfar sæst..