Grátt veður um vikuskifti

Yvirhøvur turt og sólglottar í dag og í morgin, meiri vindur og regn leygardagin og sunnudagin

Petur Skeel, veðurfrøðingur, boðar frá góðum veðri fyrstu dagarnar av G! Tað verður fleyr til gul av suðri og landsynningi og hitin verður millum 13 og 17 stig. Hósdagin verða nakrir mjørkaflókar.

 

Fríggjakvøldið veksur hann vindin, leygardagin upp í hvassan vind og møguliga regn. Hitin verður millum 13 og 16 stig.

 

Storm.no eru samdir við Petur Skeel, hvat veðrinum viðvíkur. Tó loyva teir sær at viðmerkja fyri leygardagin og sunnudagin at "vit vænta óvanliga nógv hitastig, samanborið við hvat er vanligt fyri árstíðina."