Grátandi Messi harmast at siga Barcelona farvæl

Lionel Messi bjóðaði sær til at fáa hálva løn fyri nýggjan sáttmála við Barcelona.

Lionel Messi hevur spælt sín síðsta dyst fyri FC Barcelona. - Foto: Albert Gea/Reuters

Eftir at hava tosað um at skifta felag alt farna kappingarár harmast Lionel Messi nú um, at hann er tvungin til at fara úr FC Barcelona.

 

Hann hevði annars treytirnar fyri nýggjum sáttmála upp á pláss, men kundi ikki skriva undir.

 

Tað sigur ein grátandi Lionel Messi á einum fráfaringarfundi á leikvøllinum hjá FC Barcelona, Camp Nou. Hann sigur, at hann »ongangtíð hevði ímyndað sær, at hesin dagur fór at koma«.

 

– Eg gjørdi alt, sum var gjørligt saman við Joan Laporta (forseti í FC Barcelon, red.) fyri at vera verandi í felagnum. Men tað bar ikki tll sambært La Liga.

 

– Tað er sagt nógv um, at eg ikki vildi halda fram. Tað vildi eg ikki í fjør, men tað vil eg nú. Men tað slapp eg ikki, sigur Lionel Messi.

 

##med2##

 

– Tað var eingin trupulleiki at semjast um nýggjan sáttmála. Men tað bar bara ikki til at skriva undir hann.

 

– Eg bjóðaði mær at minka lønina 50 prosent. Eg havi lisið, at eg vildi hava 30 meira í løn, og tað er ikki rætt. Eg havi gjørt alt fyri at fáa longt sáttmálan.

 

Tað er laka fíggjarstøðan hjá felagnum, sum ikki loyvir, at sáttmálin verður longdur við argentinsu fótbóltsstjørnuna. Útreiðslurnar til lønir eru hægri enn inntøkurnar.

 

Lionel Messi byrjaði tíðindafundin við eini langari fráfaringarrøðu.

 

– Tað hevur verið skrivað nógv tvætl síðsta árið, og eg var vísur í, at eg visti, hvat eg fór at siga á hesum tíðindafundinum. Men soleiðis havi eg tað ikki longur. Eg og familja mín roknaðu veruliga við, at vit skuldu vera verandi her í Barcelona.

 

##med4##

 

– Vit hava havt eitt fantastiskt tíðarskeið her í býnum. Í dag má eg siga øllum hesum farvæl. Eg havi verið her, síðani eg var 13 ár, og eftir 21 ár fari eg úr býnum við konu míni og trimum katalanskt-argentinsku børnum okkara, og eg kann ikki siga tykkum, hvussu nógv vit hava upplivað her í býnum.

 

– Eg kann vissa tykkum um, at vit koma aftur til býin, tí hann er heim okkara, sigur Lionel Messi.

 

Slatrið sigur, at Lionel Messi er í ferð við at skfita til Paris Saint-Germain, og Messi váttar, at franska stórfelagið er ein av fleiri møguleikum, sum hann hevur í at velja.

 

– Tað er rætt, at PSG er ein møguleiki.

 

– Eg hava onga avtalu gjørt enn við nakran. Tað vóru fleiri feløg, sum ringdu til mín, tá tíðindini um, at eg gavst í Barcelona, frættust, sigur Lionell Messi.

 

Uttan fyri ítróttarøkið vóru fleiri túsund viðhaldsfólk, sum bíðaðu eftir Messi. Tey sóu hann koma til tíðindafundin í einum bili við tónaðum rútum.

 

Eftir røðuna hjá Messi á tíðindafundinum vóru lógvabrestir í 100 sekund. Umframt fleiri miðlar vóru eisini fleiri av nú fyrrverandi liðfeløgum hansara til staðar, og fleiri teirra sótu við tárum í eygum.

 

##med3##

 

Teir fingu eina stóra tøkk frá Messi.

 

– Eg er veruliga takkasamur fyri mínar liðfelagar og nú fyrrverandi liðfelagar, og alt tað vit hava nátt saman. Tað er so nógvum fólkum at takka.

 

– Eg havi stóra respekt fyri hesum felagnum. Tað er hent so nógv gott, og eisini okkurt minni gott, og alt tað hevur verið við til at menna meg til tann persón, sum eg eri í dag, sigur Lionel Messi.

 

Hann harmast um, at hann ikki ordiliga kann siga viðhaldsfólki sínum farvæl vegna koronufarsóttina

 

– Eg er so takksamur fyri tann kærleika, sum fólk hava víst mær.

 

##med5##

 

– Tað er trupult at fara úr felagnum uttan at spæla framman fyri viðhaldsfólk í hálvtannað ár.

 

– Eg hevði ímyndað mær at farið avstað á einum fullum Camp Nou, so eg kundi sagt ordiliga farvæl. Men tað má vera upp á hendan mátan, og eg eri so takksom fyri allan tann kærleika, sum fólk hava víst mær hesi árini, sigur Lionel Messi.

 

Í síni tíð í Barcelona hevur Lionel Messi millum annað verið við til at vinna spanska meistaraheitið tíggju ferðir, steypavinnari sjey ferðir og fýra Champions League-sigrar.

 

/ritzau/

 

 

 

Lionel Messi hevur spælt sín síðsta dyst fyri FC Barcelona. - Foto: Albert Gea/Reuters