Nógvur vindur er í dag, og í Suðuroynni hava bussar hjá Bygdaleiðum avlýst koyringina seinnapartin.
Í Vági byrjaðu hvirlurnar at merkjast um middagsleitið og beint eftir klokkan 12:30 í dag tók ein hvirla undir ein part av graslíkisvøllinum, ið er lagdur í skúlagarðinum í Vágs Skúla. So meint rakti hvirlan, at teppið fór sum ein fjøður upp frá, og liggur nú tvørtur um garðin við helminginum uttanfyri skúlaøkið.
Sagt er frá nógvum vindi seinnapartin og eisini farleiðirá sjónum hjá Strandferðsluni eru avlýstar. Fyribils er ongin sigling á Skúvoyarleiðini, og Smyril gevst somuleiðis at sigla nú, og fer ikki av Havnini aftur fyrrenn klokkan 21 í kvøld.











