Graslíkis-umboðsmaður á Rás2

Maðurin, sum hevur útvegað flestu graslíkisvallirnar í Føroyum, verður gestur á Rás2 millum 11 og 12. Osvald Simonsen úr Hoyvík varð ein rættuliga kend býarmynd, inntil hann flutti til Danmarkar seinast í 1980-unum. Sambandið, og tá serliga handilssambandið til Føroya hevur kortini verið sterkt. Og er Osvald væl kendur kring landið, sum graslíkis-umboðsmaður. Triðja ættarliðs-graslíkisvallirnir eru nú at finna á flestu fótbóltsvallum í Føroyum. Men Osvald hevur sínar meiningar um so mong onnur viðurskifti, enn bara graslíkið, og dugir hann væl at seta orð á sínar hugsanir. Osvald verður gestur hjá Jan Müller og Hera Simonsen á Rás2, millum kl. 11 og 12 í morgun!