Graslíki ongin umbering

Tað sigur venjarin hjá Ungarn, sum rósar føroyska liðnum

Týski Brend Stock, sum er landsliðsvenjari hjá Ungarn, letur ongan iva vera um, at teir eru til reiðar at takast við Føroyar í morgin. Sum altíð, so er graslíkisundirlagið á Tórsvølli ein afturvendandi ótti – og til tíðir ein umbering. Soleiðis er ikki hesaferð.

 

- Vit kenna fyrimunirnar og vansarnar við vøllinum. Bólturin ferðast skjótt og støkkur, tá hann er vátur. Vit vita hetta og tað er ikki ein umbering. Vøllurin leggur upp til tekninskan fótbólt, sigur Bernd Storck.

 

Hann hevur eisini stóra virðing fyri føroyska landsliðnum, sum hann sigur hevur ein fantastiskan liðanda.

 

- Fremst av øllum, so hevur liðið ein fantastiskan lianda. Annars hava tit ein góðan málverja, ið bjargar nógvum, ein góðan verjuspælarar í Sonna Ragnar Nattestad og ein vandamiklan spælara í Jóan Símun Edmundsson, sigur Bernd Storck á tíðindafundinum.

 

Hann leggur stóran dent á, at Ungarn eru greiðir yvir at tað verður torført. Hann vísir til dystirnar millum liðini frá farnu undankapping. Eisini hevur hann sæð dystirnir móti Liktenstein og Kosovo, sum Føroyar hava spælt venjingardystir ímóti fyrr í ár.

 

Veðrið er eisini nakað øðrvísi her enn í Budapest, men tað er kanska til fyrimuns fyri Ungarn.

 

- Vit eru komnir frá 30 hitastigum í Ungarn til eini 10 stig her. Tað passar okkum eisini fínt, tí so fáa spælararnir runnið allan dystin, sigur Bernd Storck, og vísir til, at tað er torført at spæla í nógvum hita.

 

Bernd Storck rósar sum heild føroyska liðnum og føroyska landsliðsvenjaranum. Hann er eisini bilsin av, at føroyska liðið torir væl at spæla fótbólt.

 

Landsdysturin millum Føroyar og Ungarn verður á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19.45. Rás2 og In.fo hava beinleiðis frásøgn frá dystinum.