Svenskar kanningar staðfesta, at tað kann vera lívshættisligt at spæla fótbólt á graslíki, um talan er um vallir av sonevnda triðja ættarliðið av graslíki. Tað vil siga vallir, har gummikúlur verða nýttar í vøllinum.
Gummikúlurnar eru ætlaðar at fáa bóltin at bera seg at á sama hátt, sum hann ger á veruligum grasi, men tað er ikki júst hesin eginleikin, sum er vandamikil.Hinvegin eru hesar kúlurnar í fleiri førum framleiddar úr gomlum lastbiladekkum, og slíkt gummi kann innihalda PAH-oljur, sum eru krabbameinselvandi.
Norska Verdens Gang skrivar, at sambært serfrøðingum, er ymiskt, hvussu vandamiklar kúlurnar eru, men tær kunnu vera vandamiklar, um tær t.d. koma í munnin á einum spælara, og hesin av óvart svølgir kúlurnar. Hartil merkir slitið, at kúlurnar molast sundur, og tá gerst trupulleikin enn størri.
Í Føroyum eru í løtuni 10 vallir av hesum slagnum, sum verða nýttir av fótbóltsfeløgum. Hartil verður nýggja graslíkið eisini nýtt til sonevndu sparkivallirnar, sum skulu fáast kring landið.