Í gjár viðmerktu vit, at meirilutin í fíggjarnevmdini hóast alt ikki hevði valt tann vanlukkulut at høgga bremsurnar í. Tað er ikki lætt at sita við ábyrgdini av fíggjarløgtingslógini í eini støðu, har alt tykist svart í svart. Meirilutin, samgonguflokkarnir, hava uttan iva verið freistaðir at høgga bremsurnar í eitt nú við at minka hallið uppaftur meira, enn gjørt er og harvið minka almenna virksemið. Eitt hall á fíggjarlógini tykist jú vera størsta ræðumyndin hjá okkara fólkavaldu. Men lurtað hevur verið eftir skilagóðum ráðum, eitt nú frá landsbankastjóranum og formanninum í búskaparráðnum, soleiðis at farið er ikki fram í beinleiðis panikki. Hinvegin bendir meirilutaálitið á at farið er fram meira ella minni eftir fummum. Hetta merkir við øðrum orðum, at tær skerjingar, ið eru gjørdar í upprunauppskotið, meira ella minni eru gjørdar við tí kenda grasklipparanum. Eitt sindur her, eitt sindur har, samstundis sum skeitt verður eitt vet eftir lokalum áhugamálum. Hesar skerjingar muna einki sum fíggjarpolitisk kreppuátøk og tykjast gjørd uttan, at umhugsan fyri teimum óhepnu avleiðingum, sum hóast alt standast av hesum sparingum.
Hinvegin má ásannast, at tað hóast alt er eitt ávíst perspektiv í minnilutaálitinum hjá Tjóðveldi. Her verður nomið við grundleggjandi trupulleikar í føroyska samfelagnum og í búskapinum og her verður gjørd ein áhugaverd roynd at finna nýggjar inntøkur, sum ikki gera skaða á búskapin. Her verður t.d. gjørd ein roynd fáa til lívs aftur ein áhugaverdan part av fiskivinnupolitikkinum hjá CHE samgonguni við tað, at mælt verður til eitt tilfeingisgjald, ið skal geva landskassanum 40 mill. kr. Hetta gjaldið skal vera galdandi fram til tann dagin, ætlaða tilfeingisbúðin fer til verka, har alt tilfeingi Føroya støðugt skal vera í almennum útboði. Her verður ein av prukkhestum javnaðarflokksins loystur út og politiska signalið er ikki at miskilja. Við uppskoti um ein grønan skatt, ið skal geva landskassanum 20 milliónir kr. komandi fíggjarár, verður eitt sera aktuelt evni tikið inn í politiska kervið, og tað má fella nógvum politikkarum illa at skula fella eitt mál, sum fleiri teirra hava profilerað seg við bæði í valstríðnum og í politiska gerandisdegnum. Afturat hesum fer minnilutin, Tjóðveldi, eftir nøkrum politiskum halgineytum, sum vanliga eru friðað í fremsta flokki, eitt nú sjómannafrádrátturin, rentustuðulin og háinntøkuskatturin.
Tað má eisini ásannast, at ávíst perspektiv er í útreiðslusíðuni hjá sama minniluta. Uppskotið um at lækka blokkin her og nú við sjeyti milliónum fellur tó neyvan í góða jørð hjá landsmonnum júst nú. Hinvegin er mestsum sjálvsagt, at løgtingið í júst hesum tíðum eigur at styrkja útbúgving, gransking og mentan og tí kann staðfestast, at minnilutin helst hevur meira grein í sínum máli enn tann óttafulli og fantasileysi meirilutin, sum bert hevur grasklipparan, ið oftast fíggjarliga gera meira skaða enn gagn.