Grasið á Tórsvølli trívist væl

Formaðurin á Tórsvølli, Poul Michelsen, ber ongan ótta fyri, at vøllurin verður ov nógv nýttur komandi vikurnar

Finaludyst í U-kappingini, Europa-cup dystir, landsdyst og hartil venjingartímar. Grasi á Tórsvølli sleppur rættuliga at royna seg komandi tíðina, og okkurt smávegis hevur verið at hoyrt um, at hetta kanska verður ov nógv hjá vøllinum.


Tolir væl meira

Mánadagin, meðan U-landsliðini royndu seg á teimum báðum graslíkisvallunum í Gundadali, vóru menn í fer við at sláa grasið, og annars hampa um. Sum omanfyri nevnt, so hevur vøllurin nógvar uppgávur fyri framman, men hetta fekk tó ikki á nakran hátt formannin at óttast fyri heilsuni hjá vøllinum:

-Nei, tað eri eg so slettis ikki bangin fyri, heldur hann fyri, tá vit spyrja, um trýstið á vøllin ikki verður í meira lagið komandi mánaðin ella so. Hann leggur afturat, at hóast turkurin hevur gjørt, at gróðurin kanska hevur verið í minna lagi, so hevur vøllurin tað gott.

-Eg rokni við, at undir vanligum umstøðum eigur grasiði at kunna bera eina nýtslu upp á einar 15-20 tímar um vikuna í tíðarskeiðinum frá mei og nakað út í september.

Hann vísur tó í sama viðfangi á, at enn er vøllurin ikki 100% klárur: -Vanliga verður roknað við, at tað skulu ganga eini trý ár, áðrenn grasið hevur rættuliga fest seg, og vit hava eisini stroytt mold út og trumlað, fyri at fáa alt slættari, sigur hann. Nú metir formaðurin, at vøllurin er rættuliga væl fyri, og tá komandi mánaðurin er farin um bak, verður farið í holt við at gera hann til til komandi ár.

Framtiðar heimavøllur?

Sostatt er sambært formanninum heldur einki til hindurs fyri, at t.d. HB og B36 kunnu spæla sínar heimadystir í landskappingini á vøllinum, og Poul Michelsen leggur eisini afturat, at feløgini hava spurt seg fyri hesum viðvíkjandi.

Bæði hava tey fingið játtandi svar, og úr HB frættist, at tey eisini hava fingið vøllin góðkendan frá FSF.

Gunnar Mohr, formaður í HB, sigur, at hetta tó ikki merkir, at komandi heimadystirnir hjá HB verða leiktir á Tórsvølli.

-Tað er meira av praktiskum ávum, soleiðis at vit hava eitt alternativ, um graslíkisvøllirnir verða nýttir til onnur endamál, sigur hann. Hóast HB sostatt ikki hevur nakrar ítøkiligar ætlanir við Tórsvølli, so vísir HB formaðurin á ongan hátt aftur, at tað kanska kann gerast aktuelt at nýta vøllin sum heimavøll, tá tað fer at stunda til Europa-cup dystir.

Júst hetta heldur Poul Michelsen eisini vera eitt frálíkt hugskot. Hann vísir á, at altjóða uppgávurnar hjá føroyingum ofta gerast enn torførari, tí leikararnir ikki eru vanir at spæla á grasi, og at einasti møguleiki at betra um hetta er við venjing og dystum á grasi. Rætti heimavøllurin hjá feløgunum væntar hann tó framhaldandi fer at vera á ovara vølli, har spælt verður framman fyri felagshúsini.

Í B36 er júst hesin spurningur sera aktuellur í løtuni, men Rahm í Króki, samskipari hjá B36, sigur, at teir, eftir at hava umrøtt spurningin, hava valt at spæla í Gundadali, eisini komandi leygardag.vindur og veður,

ávirkan hevur

og sítt krevur.


Í 1899 teir nýggja kirkju byggja

fyri kirkjunnar framtíð at tryggja,

slíkt kann ei á láni liggja.


Og nú gott hundrað ár á rað

hevur hon verið og er framvegis tað

stað

har deknur lesur lestur

ella tænari er prestur.

Har tú á hvørjum halgidegi

í sorg sum í gleði

kann finna linna

ugga, og megi

í Harrans orði

og við altarborðið.

? ? ?

Latum okkum at enda minnast undanfarnu ættarlið,

sum tóku hesu mongu umrøddu stig,

vit lýsa yvir teimum Guds frið.

Samstundis takka vit tykkum, ið tóku við,

sum hildu áfram í teirra anda,

sum vanligt er her til landa.

Latum okkum saman standa

og kirkju okkara verja

mót øllum, ið á hana herja

og vilja boðskap hennara skerja.

? ? ?

29. oktober í fjør, tá kirkjan fylti hundrað,

móti tað óivað onkran undra,

at kirkjan ikki helt føðingardag,

men hetta kom tíanverri ikki í lag,

orsøkir vóru av ymiskum slag.


Men so ár 2000 -9. (nígginda) í sjeynda

vit mong í Hattarvík lenda

at minnast dagin henda.


Vit leggja serliga merki

til hetta frálíka listarverkið,

gávuna stórbæru,

kirkjuni til heiðurs og æru,

altartalvuna, ið kórveggin prýðir,

har skapanin í huga fram stígur.


Øll góð ynski um Guðs signing.

Hjartaliga tillukku.





Erland Beder