Danski landsliðsvenjarin Morten Olsen heldur, at donsku fótbóltsvøllirnir eru í ov vánaligum standi. Tí vildi Morten Olsen ikki gera ein meting av tekniska støðinum í dystinum ímillum FCK og Børndby í Parkini í gjár.
Hetta er ikki nóg gott. Eg havi tosað við FCK um vøllin, og eg haldi, at í Parkini eiga teir at leggja nýtt gras á tvær ferðir um árið, sigur Morten Olsen við Onside.
Hann heldur, at veðrið forðar fyri, at vøllirnir eru í góðum standi, og hann heldur, at danskir spælarar hava sera vánaligar arbeiðsumstøður hesa tíðina á árinum.