Starv
Nýggja heimasíðan www.jobmatch.fo er nú løgd á neti. JobMatch stevnan verður fríggjadagin 26. og leygardagin 27. september á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Á JobMatch fara fyritøkur og stovnar at bjóða seg fram, og har kunnu útisetar finna sítt dreymastarv í Føroyum. Harumframt verða viðkomandi framløgur. Fríggjakvøldið verður netverkstiltak í Føroyahúsinum við kjaki um føroyska framtíðarsamfelagið, góðum tónleiki og práti við vinir og kenningar.
JobMatch vendir sær til útisetar og teirra makar, bæði tey sum eru undir lestri, og tey, sum hava lokið útbúgving og arbeiða uttanlands. JobMatch ger tað lættari hjá útisetum at koma í samband við føroyskar fyritøkur og stovnar, og tiltakið er ókeypis.
Torkil Holm Petersen frá Formula International fegnast um tiltakið JobMatch, sum setur luppin á at fáa føroyingar heimaftur til Føroyar.
- Vit fara á Jobmatch millum annað fyri at vísa, at Formula International og Norriq samtakið er ein spennandi altjóða fyritøka í støðugari menning, og at vit ynskja føroyingar í starv, sigur Torkil Holm Petersen.
Tilsamans fara yvir 20 fyritøkur og stovnar at luttaka á JobMatch, og komandi tíðina fer starvstevnan at verða marknaðarførd yvirfyri útisetum.
Føroya Banki er høvuðsstuðul til JobMatch saman við Tórshavnar Kommunu. Tiltakið verður fyriskipað av Bitland í samstarvið við Tórshavnar Kommunu og SamVit.










