Tónleikur
Umframt at nýta nógva tíð til tónleikin, so hevur Bryan Adams eisini nýtt hendan pallin til at gera vart við viðurskifti í heiminum, sum hann vildi havt øðrvísi.
Soleiðis var hann partur av stóru Live-Aid konsertini, eins og hann saman við eitt nú Sting, U2 og Peter Gabriel, Paul McCartney og Dire Straits hevur verið partur av konsertferðum fyri Amnesty International.
Av øðrum vælgerandi konsertum, sum hann hevur verið partur av, kunnu nevnast stóra the Wall konsertin í Berlin í 1990 og stóra føðingardagskonsertin fyri Nelson Mandela á Wembley í 1987. Hann varð fyrsti vesturlendingurin, sum hevði konsert í Karachi í Pakistan, har endamálið var at savna pening til skúlagongd hjá fátøkum børnum, og í heyst hevur hann spælt í Tel Aviv og Jericho, har endamálið við sonevndu OneVoice Movement konsertunum er at hjálpa til at loysa ísraelsku-palestinsku konfliktina.
Hartil hevur hann eisini verið við, tá innsavningartiltøk til einstøk endamál hava verið á skránni. Eitt nú eftir Tsunami vanlukkuna. Til hesa savnaði hann ikki minni enn 15 milliónir krónur, tá hann á uppboði seldi ein guitara, sum fleiri av fremstu guitarspælarunum í heiminum høvdu signerað til júst hetta endamálið.
Gras og grind
Her í Føroyum minnast fólk hann kanska meira fyri hansara aktiva leiklut í umhvørvisstríðnum. Hann hevur verið partur av útgávum, sum hava havt til endamáls at stuðla Greenpeace í teirra stríði. Millum annað móti grindadrápi.
Sjálvur hevur Bryan Adams seinastu 12 árini verið vegetarur burturav, og verður googla eftir Bryan Adams+Pilot Whales, koma hópin av slóðum fram. Bæði síður, har hann framgongur sum stuðul hjá Greenpeace, eins og hann eisini er sonevndur celebrity-stuðul hjá øðrum umhvørvisfelagsskapum. Ikki minst í stríðnum móti grinda- og springaradrápum í Japan.










