Grasagarður stongdur í 14 dagar

Í sambandi við arbeiði í Grasagarði er ætlanin at stongja garðin í 14 dagar frá 8. - 22. mai 2023.

 

Hetta er orsakað av, at tað ikki bar til at planta í vetur, umframt at grasið skal sáast og skal hava nakrar vikur at koma fyri seg, soleiðis at tað kann vaksa upp ímillum hybridgrasið.

 

Gróðursetingin og nøkur onnur smáarbeiði verða tí gjørd í hesum tíðarskeiðnum, skrivar Tórshavnar kommuna á torshavn.fo.