Grappa hevur heilt serligan aroma, ið kann vera torførur at seta orð á. Lat meg siga beinanvegin at hann líkist á ongan hátt norðurlendska skarpa snapsin. Sum oftast endar tað við at fólk annaðhvørt fara at bera stóran alsk til grappa ella tvørturímóti ikki kunna torga henda drykk. Tey, ið ikki dáma grappa, taka oftani til, at grappa luktar parfumerað blómukent á vulgeran hátt og smakkar av ”sápu”. Og viðhvørt kann eg væl skilja atfinningarnar. Men sum við øllum í lívinum, munur er á! Tá ið grappa er gott, telist tað millum bestu snapsar á klótuni. Sammansett, inniligt og sera spennandi.
Men hvat er grappa so?
Grappa er eitt destillat av teimum restunum sum eru, tá ið vín verður gjørt. Drúvuflus, kjarnur, stelkar og aðrar restir frá pressingini verða endurnýtt. Angi og smakkur frá vindrúvu-restum verða destilleraði til grappa. Tað sum ger grappa spennandi er at drúvu-tilfarið kann vera so ymiskt og við hesum eisini endaligi úrslitið, ið er ein avspegling av víninum. Eitt nú kunna drúvurestir frá stórslignum barolo-víni vísa sína sál sum eitt destillat. Somu fínu, forførandi og leskiligu tónar sum vit kenna frá nebbiolo-drúvuni í barolo-víninum koma nú fram í skapi av essensi, einum loti av tí frumkenda í einum snapsi.
Frískt destillerað grappa er litleyst, men siður er eisini at summi grappa-sløg verða lagraði á eik-føtum og fáa ein ljósan gyltan lit og tyngri og søtligari anga og smakk. Hetta kenna vit eisini úr norðurlendska snapsa-siðinum. Eitt nú norska Linie-aquavit.
Referansan innan grappa hjá mær sjálvum stavar frá ferðum í norður-italia, har grappa-siðurin er mest kendur. Serliga í Veneto. Men størstu uppliving fekk eg nokk fyri nøkrum árum síðani tá ið kenda grappa-húsið Poli vitjaði í Keypmannahavn. Tað var Jacopo Poli sjálvur, ið var komin at greiða frá og skeinkja. Eg minnist at smakkingin fram á navnframu matstovuni, Kommandanten, ið ikki er til longur. Kommandanten er serliga kend fyri at vera fyrsta matstova í Danmark sum varð heiðrað við tveimum Michelin-stjørnum. Og so var tað her at okkara egni, Leif Sørensen, kokkur á Gourmet, stóð í læru hjá super-kokkinum, fransanum Francis Cardenau.
Well, Poli-smakkingin var einastandi. Sum at uppliva vín-spøkilsi sveima í luftini. Poli dugir einastandandi væl at hála hjartablóðið úr hvørji einastu drúvu og endurskapa tað sum lívsins vatn, sum grappa.
Hvussu verður grappa so notið?
Grappa er ein sokallaður “digestivo”, ein drykkur til aftaná døgurðan. At njóta meðan ein góður døgurði verður sodnaður. Mær dámar hann best, lætt svalligur, kanska 14-16 stig í einum sokallaðum digestivo-glasi (sí mynd). Klænvaksið tulipan-skap. Tað er eisini góður stílur í Italia at fáa sær ein grappa afturvið kaffinum, serligan ein sterkan espresso. Og kanska enntá nakar dropar útí.
Grappa er heilt serligur snapsur og torførur at seta orð á. Hann skal upplivast. Tá ber til at vita um tit lata tykkum dára ella ei.
Heiti: Libarna Gambarotta
Uppruni: Fatlagrað grappa úr Italia
Ummæli: Bleikur gulur litur frá fatlagringina. Meira dovin og einfaldur angi við hunangstónum. Vanlju-, hunangs- og mandlutónar hava yvirvág á fínu fruktina. Nei, hetta riggar ikki. Óelegant og vánalig javnvág, hóast dygdir hómast undir “dýnuni” av viði.
Kostnaður: Kr. 261,50 (0,7 L)
Skoðsmál: 3 stjørnur ***
Heiti: Bepi Tosolini
Uppruni: Grappa úr Italia
Ummæli: Púra klárur litur ? Inniligur, reinur og neyvur angi av dárandi leikandi berfrukt og hvítum blómum. Lekkur, silkimjúkur og samansettur bersmakkur við feminimum tónum og lakresskendur broddur í eftirsmakkinum. Super grappa! Eg fari beint at bryggja mær ein espresso!
Kostnaður: Kr. 240,00 (0,5 L)
Skoðsmál: 6 stjørnur ******










