Grant ætlar sær van der Vaart

Sjálvt um hollendska stjørnan í týska felagnum HSV, Rafael van der Vaart, leingi hevur ynskt at skift til spanska fótbólt, so ætlar eitt felag í Premer League at royna at skaffa hann til felagið.

Chelsea venjarin, Avram Grant, sigur nevniliga við Teamtalk, at hann ætlar at geva eitt boð fyri van der Vaart áljóðandi góðar 200 mió. kr. Van der Vaart hevur sáttmála við HSV til 2010, og felagið hevur sagt, at teir helst ikki vilja sleppa gullfuglinum, men spurningurin er, um teir klára at halda upp á van der Vaart, tá so stór feløg koma inn í myndina.