Ì dag upprann so dagurin, sum tey flestu hava havt varhugan av, fór at koma: Ìsraelski venjarin hjá trýfaldaðu silvurvinnarunum í enskum fótbólti, Chelsea, hevur fingið sekkin Avram Grant er ikki longur venjari hjá enska fótbóltsfelagnum Chelsea.
Tað váttar felagið á heimasíðu síni.
Felagið sigur, at í dag er avgerð tikin um, at siga sáttmálan við Avram Grant upp.
Spurnartekin hevur verið sett við venjarastarv hansara frá fyrsta degi eftir at hann tók yvir eftir umstrídda Murinho og nú, tríggjar dagar eftir ósigurin ímóti Manchester United í Champions League, hevur hann so fingið sekkin.
Samstundis takkar felagið honum fyri tænastuna hesar átta mánaðirnar, hann hevur sitið við róðrið í Chelsea.
Í ár vann Chelsea onki. Teir taptu finaluna í Champions League, teir taptu finaluna í Carlington Cup ímóti Tottenham og teir kláraðu seg ikki framum um Manchester United í kappingini um enska meistaraheitið, so har vóru teir aftur nummar tvey. Hjá summum eru tríggjar silvurmedaljur í einum ári eitt gott úrslit, men neyvan í hesum høpi......