Granskingin stuðlar monnunum

Altjóða gransking stuðlar uppundir føroysku mannfólkini: Sum heild vilja europeisk mannfólk hava kvinnur við formum. Og tá er tað næstan líkamikið, hvussu løtt ella tung kvinnan er.

Granskarar hava funnið útav, at tá mannfólk skulu meta um, hvussu eggjandi ein kvinna er, hevur lutfallið millum miðju og reyv alt at siga. Tað vil siga ummálið um miðjuna beint omanfyri ovara mjadnarbeinið, og reyvina, har hon er breiðast. Dividera vit hesi bæði tølini, skal úrslitið helst vera 0,7. Tí Sambært granskarum, halda mannfólk úr evropeiskum mentanum, at kvinnur við lutfallinum 0,7 millum miðju og reyv, eru tær mest eiggiligu. Og forkláringin er púra natúrlig.

Kvinnur við hesum lutfalli hava nevniliga bestu nøgdina av kvinnuliga hormoninum østrogen, sum er fremsta sex-hormonið hjá kvinnum. Hesar kvinnur signalera eisini, at tær eru best førar fyri at føða sunn og lívfør avkom.

Vakurleikafyrimyndir sum Jessica Alba, Audrey Hepburn, Marilyn Monroe, Sophia Loren og enntá gudinnan Venus hava, ella høvdu, allar eitt lutfall millum miðju og reyv tætt við 0,7, sjálvt um tær allar eru ymiskar í bæði vekt og hædd.


Liðiligt mark

Sjálvandi er lutfallið á 0,7 eitt ideal, og tí er umráðandi at hava í huga, at 0,6 til 0,8 eisini er rættiliga tætt upp á idealið, og at markið er liðiligt. Her variera meiningarnar líka nógv, sum talið av persónum, sum verða spurdir.

Kjarnin í hesum er, at tað er ikki spurningurin, um tú passar einar buksur í stødd 24 ella einar í stødd 32, men um lutfallið millum miðju og reyv. Við øðrum orðum snýr tað seg um skap.


Kvinnurnar verða snýttar

Mótaheimurin hevur seinnu árini verið stúgvandi fullur av hálvanorektiskum træsprekum við silikonboppum og botoxvarrum. Tað eru hesar kvinnur, ið vit síggja á næstan hvørjari síðu á alnótini, í mótabløðum og á heilveggjalýsingunum, og tað er henda ímyndin av kvinnum, ið verður prentað inn í høvdini á okkum dag og dagliga.

Mótaídnaðurin billar okkum inn, at soleiðis eiga kvinnur at síggja út.

Men vit verða snýtt. Fert tú inn á eitt nú YouTube og leitar eftir »photoshop makeover«, sært tú, hvussu dugnaligir gandakallar við hegni manipulera myndirnar. Soleiðis fáa teir eina og hvørja gentu, óansæð útsjónd ella skap, at síggja út sum eina supermodell.

Henda manipuleringin av útsjóndsidealinum gjøgnum fleiri ár hevur havt við sær, at alt fleiri gentur líða av etingarólagi, tí tær vilja liva upp til mótaidealið.


Et, drekk og ver glað

Spurningurin, ið eftir stendur er: hvat kunnu vit brúka alla hesa vitanina til? Tá vit nú vita, at tað í veruleikanum ikki bilar so nógv, um eitt sindur setir seg á reyvina, tí vit hava ongan kjans hava at liva upp til mótaidealið, skuldu vit so ikki bara sláa okkum leys og eta tað, sum vit hava hug til? Nei, als ikki! Boðskapurin er ikki, at tú skalt eta teg um rygg og vera líkasæl og ósunn.

Men vit skulu heldur ikki fornokta góða matin á jólum. Í staðin fyri at sita svang og óttafull í einum horni, skulu vit eta við góðari samvitsku. Et teg metta og væl setta og far so út og gakk ein túr við hundinum ella sjeikinum. Tí einki er, sum ein vælhýrd kvinna við góðum formum og reyðum kjálkum á jólum!