Granskingarskipið hjá Røkke er flotað

Skipið, sum er 182,9 metrar langt og kostar slakar fýra norskar miljardir, hevur pláss fyri 55 vísindafólkum og einari manning á 35 fólk.

 

Granskingarskipið Rev Ocean, sum norski ríkmaðurin, Kjeld Inge Røkke, letur byggja fyri slakar fýra miljardir norskar krónur, er nú flotað í Tulcea í Rumenia og verður nú sleipað heim til Noregs, har skipið skal gerast liðugt. 

- Hetta er eitt stórt vegamót hjá okkum, og vit eru nú komin eitt stig víðari at gera okkara dreym til veruleika - dreymin um at verja høvini. Nú síggja vit fram til ferðina heim til Noregs og fram til tað, sum eftir er at gera við skipið.

Tað sigur Nina Jensen, umsitingarstjóri í Rev Ocean, í tíðindaskrivi, sum norska heimasíðan - www.sysla.no - endurgevur.

Endamálið við marglætis granskingarskipinum er at nema sær kunnleika, menna nýhugsandi loysnir og byggja brúgv millum vísindi, vinnuvirksemi og politikk fyri at finna fram til positivar loysnir, sigur reiðaríið í tíðindaskrivi.

Tær næstu vikurnar verður skipið sleipað oman eftir Donauánni, áðrenn tað kemur út í Svartahavið og út eftir Miðjarðarhavinum, haðani tað at enda kemur upp til Vard Brattvåg í Noregi, har skipið skal gerast liðugt.

Granskingarskipið hjá norska miljarderinum er 182,9 metrar langt og hevur pláss fyri 55 vísindafólkum umborð umframt einari manning á 35 fólk. Skipið er eitt nú útgjørt við fjarstýrdum undirvatnskamera (ROV), sum kann fara heilt niður á 6000 metra dýpi.