Granskingarráðið gevur út bóklingar

Granskingarráðið gevur nú út fimm ymiskar bóklingar, sum vísa úrslit av eini kanning, sum ráðið tók stig til á heysti 2003. Her hava tey kannað, hvat tað almenna og vinnulívið gera fyri at granska, menna vørur og tænastur og fyri at fremja nýskapan Á heysti í 2003 tók Granskingarráðið stig til eina kanning fyri at fáa greiðu á, hvat tað almenna og vinnulívið gera fyri at granska, menna vørur og tænastur og fyri at fremja nýskapan.

Nú er tilfar, sum vísir úrslitini av hesi kanningini, so komið út í fimm bóklingum, sum Granskingarráðið gevur út. Bóklingarnir, sum vera givnir út, hava somu forsíðu, men hvør sítt heiti, og hvør bóklingur hevur eina strípu í ávísum liti ovast í høgra horni. Bóklingarnir eru hesir:

Gransking, menning og nýskapan í Føroyum 2007. Høvuðsúrslit (strípur í 4 litum)

Gransking & menning í Føroyum 2007. Úrslit fyri samfelagið (grøn strípa)

Nýskapan í Føroyum 2007. Úrslit fyri vinnuna (gul strípa)

Politikkskipanin í Føroyum 2007 (reyð strípa)

Metodulýsing 2007. Hagtøl um G&M og Nýskapan (blá strípa)

Granskingarráðið ásannar, at um vit vilja teljast millum heimsins fremstu lond, mugu vit javnan meta um, hvørt vit eru á rættari leið, tá ið talan er um gransking, menning og nýskapan. Fyri at Føroyar skulu standa seg í kappingini á heimsmarknaðinum er neyðugt, at tað almenna og vinnulívið samstarva um at skapa nýggja vitan, nýggjar vørur og nýggjar tænastur.

Ætlanin við kanningini er, at vitanin, sum kanningin hevur fingið til vega, verður grundarlagið undir avgerðum um avrik og politikk á økinum. Á henda hátt vónar ráðið at spjaða vitan um gransking, menning og nýskapan til so nógv fólk sum gjørligt fyri tann vegin at menna áhugan fyri hesum týdningarmikla øki.