Granskarar, onnur fakfólk og áhugað úr øllum landinum vóru savnað. Nógvar áhugaverdar framløgur vóru við m.ø. Kalpanu Vijayavarathan, Helga Winther Olsen, Sonju Olsen, Fridu Poulsen og Hans Harryson.
Landsstýrismaðurin fegnaðist um tær mongu áhugaverdu framløgurnar, sum vístu, hvussu stóran týdning tað hevur, at granskað verður á hesum øki. Tað hevur týdning, at vit støðugt byggja vitan á eitt fakligt grundarlag, sum er ein treyt fyri at menna námsfrøðiliga arbeiðið í Føroyum.
Nógvar áhugaverdar framløgur vóru við Kalpanu Vijayavarathan, Helga Winther Olsen, Sonju Olsen, Fridu Poulsen, Hans Harryson og øðrum.
Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen luttók á degnum, og hann fegnaðist um tær mongu áhugaverdu framløgurnar, sum vístu, hvussu stóran týdning tað hevur, at granskað verður á hesum øki. Tað hevur týdning, at vit støðugt byggja vitan á eitt fakligt grundarlag, sum er ein treyt fyri at menna námsfrøðiliga arbeiðið í Føroyum.
Dagurin endaði við pallborðsfundi, evnið var: Hvussu fáa vit fleiri fólk við námsfrøðiligari útbúgving? Við pallborðið sótu politisk umboð umframt umboð fyri fakfeløg og stovnar, eisini landsstýrismaðurin luttók.
Landsstýrismaðurin vísti á, at tað er ein samansett avbjóðing at fáa fleiri útbúnar námsfrøðingar, og at hetta krevur felags átøk. Tað er týdningarmikið, at allir partar, frá útbúgvingarstovnum til myndugleikar og arbeiðsmarknaðin arbeiða saman um at loysa hesa stóru avbjóðing.