Gransking: So ofta gráta kvinnur

Jú, kvinnur gráta oftari enn menn, staðfestir nýggj gransking

Á Tilburg Universitetinum í Hollandi hevur professarin Ad Vingerhoets gjørt eina kanning av, hvussu ofta fólk gráta.

Tað kemur neyvan óvart á fólk, at kanningin staðfesti, at kvinnur gráta munandi oftari enn menn. Sambært kanningini hjá Vingerhoets gráta kvinnur millum 30 og 64 ferðir um árið. Menn gráta hinvegin millum 6 og 17 ferðir um árið.

Kanningin staðfesti eisini, at kvinnur gráta longri enn menn hvørjaferð. Kvinnur gráta í miðal seks minuttir hvørjaferð, meðan menn gráta millum tveir og tríggjar minuttir hvørjaferð.

5000 fólk í 37 londum vóru við í hollendsku kanningini.