Gransking og hægri útbúgving - MENNINGARÆTLAN

Malan Marnersdóttir
Rektari á Fróðskaparsetri Føroya
Tað frøddi á Fróðskaparsetrinum, at gransking er so ofta nevnd í samgonguskjalinum, og at tað undir Hægri lestur stendur, at "Fróðskaparsetrið skal hava hóskandi umstøður og hava møgu-leikar at geva fleiri útbúgvingar-tilboð."
Fróðskaparsetrið á tveimum beinum
Fróðskaparsetrið hevur júst gjørt eina raðfesta menningarætlan fyri tey komandi tvey árini. Hon byggir á undarfarnar menningarætlanir, sum tað ikki hevur borið til at fremja til fulnar. Henda endurskoðaða menningarætlanin raðfestir økini, soleiðis at løgtingið veit, hvussu játtanin verður nýtt í tann mun hon røkkur longur enn til verandi virksemið. Menningarætlanin hjá setrinum leggur dent á at ganga á tveimum beinum: einum tøkni- og náttúruvísindaligum og einum hug-vísinda- og løgfrøðiligum.
Nátturuvísindi
og tøkni
Við øktari játtan til náttúruvísindi og tøkni á Fróðskaparsetrinum hevði grundarlag verið fyri at ment vinnugransking í samstarvi við vinnulívið. Evnisøki fyri vinnuvendar granskingar-verk-ætlanir eru eitt nú í aling, kunningartøkni og biotøkni, ið hava vaksandi týdning fyri virðisøking av rávøruni. Tann almenna játtanin kundi óivað drigið at sær fígging frá vinnuni til ávísar verkætlanir.
Hugvísindi og løgfrøði
Hugvísindi eru mál-, bókmenta-, søgu- og samfelagsgransking, sum eisini geva búskaparligt avkast, hóast av øðrum slag. Hugvísindi hava at gera við mentan og trivnað, tað sum ger tað vert at liva her. Øll lond hava tørv á at kenna seg sjálv mentanarliga. Fyri at kunna virða aðrar mentanir og lívið hjá øðrum, er neyðugt at kenna og virða sítt egna.
Raðfestingar
Fremst í raðfestingunum standa gransking og undirvísing í KT og løgfrøði. Síðan koma biotøkni og fjølmiðlan.
Kunningartøkni
Átøk hava verið gjørd fyri at menna KT sum frøðigrein á Fróðskaparsetrinum. Enn vantar fólk við granskingarførleika á økinum, men í samstarvi við útlendsk universitet er eydnast at fáa eina bachelorútbúgving í kunningartøkni í lag. Hetta er eitt stig á leiðini til at menna føroyskan førleika í KT-vinnuni, og uppgávur hjá studentunum verða ofta gjørdar júst í samstarvi við vinnuna. Men tað er greitt, at vísindafólk mugu setast á Fróðskaparsetrinum, um stovnurin skal gagna KT-vinnuni meira.
Løgfrøði
Framkomin samfeløg hava reglur og skipanir fyri neyðini. Eitt tað fyrsta, sum tey gomlu universitetini í Evropa fóru undir, var at granska og undirvísa í løgfrøði. Fróðskaparsetrið hevur tað sama í umbúna, og hesi seinnu árini hevur eitt grundskeið í lóg fingið góða undirtøku. Hugsanin er, at tey, sum lesa løgfrøði uttan fyri Føroyar, skulu kunna taka partar av útbúgvingini á setrinum. Harafturat er ætlanin at skipa eina masterútbúgving at leggja aftur at eini bachelorútbúgving í hóskandi faki.
Hetta fer at verða gjørt í samstarvi við løgfrøðiligar stovnar uttan fyri landoddarnar. Í tí sambandi eru avtalur fingnar við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn og Háskóla Íslands.
Biotøkni
Triðja stigið í raðfestingunum tey bæði komandi árini er biotøkni. Biotøkni er vísindagrein, sum m.a. kann fáa nýggjar vørur til vegar. Fróðskaparsetrið ynskir at fáa umstøður til at skipa gransking og hægri útbúgving í biotøkni. Ein bachelor útbúgving í matvørufrøði er skipað. Hon er lýst álitinum "Útbúgvingar innan fiskivinnuna", sum varð latin landsstýrismann-inum í mentamálum í august 2001. Enn er tó ongin játtan komin til hetta fakøkið. Tað er um-ráðandi at útbúgva fólk á hægri stigi á hesum øki, tí tað eru tey, sum skulu vera við til at skapa størri virði burtur úr rávøruni.
Fjølmiðlan
Í dag er fjølmiðlan eins neyðugt og tað var at fáa føroyskt skúla- og kirkjumál í síni tíð.
Miðlanin/samskiftið í útvarpi og sjónvarpi er av øðrum slag málsliga, samskiftisliga, viðvíkjandi tíðarrammu og í aðrar mátar enn bæði tann gamla munnliga mentanin og prentmáls-mentanin. Tað talgilda, skrivliga samskiftið, sum fer fram í dag, brýtur somuleiðis nógv frá teirri klassisku skriftmálsmentanini. Fyri føroyskt samfelag, mál og mentan er tað tí avgerandi at kanna, lýsa, meta og geva frálæru um teir nýggju samskiftisformarnar: ástøðiliga tí tað er partur av gransk-ingini av føroyskum nútíðarmáli og mentan; og praktiskt sum liður í útbúgving av tilvitaðum fjølmiðlafólki við bæriligum, beinraknum máli, alment eins væl og innan fyri alskyns serøki. Fjølmiðlan má takast upp sum granskingar- og undirvísingarevni á Fróðskaparsetrinum.
Menningarætlan
givið úrslit
Tað hjálpir og nyttar at seta sær mál í menningarætlanini, tað eru fleiri dømi um á setrinum. Í menningarætlanini frá 1999 varð nevnt, at havfrøðin á setrinum skuldi mennast. Hetta varð gjørt og sjónlig úrslit síggjast eftir hesum, millum annað til stórt gagn hjá útróðrarflota, alivinnu, tilbúgvingarætlan og øðrum. Í dag eru mentir støddfrøðiligir myndlar, sum neyvt kunnu siga, hvussu rákið hevur ávirkan á t.d. eitt oljuútlát. Somu myndlar kunnu eisini hjálpa alivinnuni at siga, hvar skilabest er at leggja nýggj aliøki ella flyta verandi ringar. Harafturat er nú farið undir eina verkætlan, sum við støði í arbeiðinum higartil skal menna nýggja alitøkni til harðbalin øki, ein verkætlan, sum kann koma at hava ómetaliga stóran týdning fyri føroyska alivinnu, sum ekur á sárum knøum
Í somu menningarætlan varð ynski sett fram um at menna kolvetnisfrøði. Tað varð gjørt, og eitt ítøkiligt úrslit er slóðbrótandi Ph.D.-ritgerðin seinasta summar um spenningar í boriholum. Úrslitini eru sera hent hjá oljuvinnuni, tá ið nýggir boribrunnar skulu gerast.
Í samband við at útbúgvingartilboðini eru ment og víðkaði er studentatalið økt munandi, frá 1999 til í dag er talið økt úr 70 upp í 150. Fasta vísindastarvsliðið er økt við 5 granskarum, umframt at seks granskarar á øðrum stovnum eru knýttir at Setrinum í tíðaravmarkaðum parttíðarstørvum.
Loksins er at nevna, at tøkniliga eru stórar íløgur gjørdar í samskiftisamboðini og teldutøkni. Fróðskaparsetrið hevur saman við granskingarstovnunum á Debesartrøð og Lands-bókasavninum ment og dagført teldunetið, soleiðis at tað lýkur tey krøv, sum granskarar, fyrisit-arar og almenna tænastustigið seta.
Samanumtikið
Á universitetum verður vitan framleidd við gransk-ing. Undir útbúgvingini heysta tey ungu fruktirnar av granskingini gjøgnum undirvísingina. Gransking og hægri útbúgvingar eru íløgur í framtíðina.