Er kaffi gott fyri heilsuna ella ikki? Tað hevur verið dúgliga kjakast um síðstu árini, og eitt ótal av granskingarverkætlamum eru útgivnar, ið tala bæði fyri og ímóti svarta morgundrykkinum.
Nú hevur eitt granskingartoymi endurskoðað gamla gransking um kaffi, og niðurstøðan er ein lætti hjá fleiri: Kaffi í sámiligum nøgdum kann setast í samband við fleiri gagnlig heilsuárin enn vánalig. Tað skrivar Videnskab.dk.
Tað er boðskapurin í nýggjari frágreiðing, ið hevur endurskoðað tilfar frá 201 granskingarverkætlanum um árini av kaffi á heilsuna.
- Um tú longu drekkur eina sámiliga mongd av kaffi, so er tað sannlíkari, at tað er gott, heldur enn ringt, fyri heilsuna. Vit kunna tó ikki mæla tær til at drekka meira enn 3-4 koppar av kaffi um dagin, sigur Dr. Robin Poole frá Department of Medicine ípåUUniversity of Southampton við Videnskab.dk. Hann er ein av rithøvundunum í nýggju frágreiðingini.
Ein danskur granskari er bergtikin av nýggju granskingarverkætlanini, ið sambært honum er tann størsta higartil.
- Hetta er eitt risastórt arbeiði, har man hevur tikið allar yvirskipaðar greiningar við, og hevur grundgivið væl fyri háttaløgini, ið verða brúkt, sigur professarin Kjeld Hermansen, sum er kliniskur lektari í Institut for Klinisk Medicin á Aarhus Universitet.
Hann hevur áður granskað í hvørji positiv árin kaffi hevur á heilsuna í samband við eina stóra frágreiðing til Vidensråd for Forebyggelse, ið eisini kom til ta niðurstøðu, at kaffi er sunt.
Sambært granskarunum handan frágreiðingina, so eru fleiri positiv árin av at drekka 3-4 koppar um dagin.
Robin Poole sigur, at tað bendir á, at tað helst eru fleiri fyrimunir við at drekka kaffi enn ikki at drekka kaffi.
Men bara kanska. Tað er týdningarmikið, at undirstrika, at talan er ikki um atvoldarsamband, men harafturímóti einans um eitt hvørt tilknýti.
Tað merkir, at granskararnir kunna bara staðfesta, at fólk, ið drekka hóskandi mongd av kaffi, hava færri tekin upp á ávísar sjúkur enn heildin. Men um kaffi einsamalt eigur æruna ella um tað er okkurt heilt annað, er ikki staðfest.
Í nýggju frágreiðingini seta granskararnir samband millum tað at drekka kaffi og fleiri gagnlig heilsuárin. Tey týdningarmestu vóru:
• Minni vandi fyri hjartasjúkur
• Minni vandi fyri at doyggja av hjartasjúkum
• Færri tilburðir av krabbameini
• Færri tilburður av type 2-diabetes
• Færri tilburður av Alzheimers, Parkisons og tunglyndi
• Færri tilburðir av skorpulivur
Granskararnir staðfestu eisini samband millum at drekka kaffi og negativ heilsuárin.
• Hjá kvinnum sum eru upp á vegin, kann tað at drekka nógv kaffi vera orsøk til lága burðartyngd, ov tíðliga fødd børn og abort.
• Størri vandi fyri beinbrot hjá kvinnum.
Sambært Kjeld Hermansen samsvara úrslitini við ta vitan, ið longu er á økinum.
- Fleiri av úrslitunum eru tey somu, ið aðrar granskingarverkætlanir hava staðfest: Vandin fyri type 2-diabetes er minkað við 25 prosentum, og tað sama ger seg galdandi fyri Parkinsons, sigur Kjeld Hermansen og leggur afturat, at eisini minni vandi fyri hjartasjúkum váttar tað, ið vit longu vita frammanundan.
Kelda: Videnskab.dk









