<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Týdningarmikið at byrja beinanvegin
Hon samanbar tølini fyri føroyingar við PHD og íslendingar við PHD. Ásannandi, at Føroyingar eru langt aftan fyri íslendingar á granskingarøkinum, lat hon tølini úr Íslandi vera frá 1990-2000, og ásannaði at skulu føroyingar verða á støðið við íslendingar fyri 15 árum siðan, skulu vit útbúgva 80 PHDar næstu tíggju árni. Hetta tal er umroknað eftir fólkatalinum. So tað er týdningarmikið at fara í gongd beinanvegin.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Gleddist um milliardina
Hon gleddist um, at løgmaður hevði lovað eina milliard burtur av peninginum, sum kom inn fyri einskiljingarnar til gransking. Men vísti á, at síðan 2003 var játtanin skorðin við 30%, og heitti á Landstýrið um at byrja við at seta hesa upphædd aftur á fíggjarlógina fyri komandi ár.
Hon vísti eisini á, at tað var neyðugt, at raðfesta granskingina og finna tey øki, har Føroyar hava møguleika at kappast. Tí er tað týdningarmikið, at raðfestingin verður væl umhugsað, og ment eftir innan hvørji øki, vit hava møguleika fyri at skapa nýggja vitan. Henda raðfesting er alneyðug fyri at fáa fokusera útbúgvingina av framtíðar PHDarum, og fyri at fáa granskingina á altjóða støði. Tí granskingin eigur at vera kappingarfør. Rúna spurdi umboðið fyri samgonguna, um raðfestingin av ílegugransking og KT-gransking vóru endaligar, og um hvørjar orsøkirnar vóru til at júst hesi øki vóru raðfest. Hetta dugdi John Johannesen ikki at svara. Tí hetta bert var viðgjørt í landstýrinum enn.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Frá toski til teldu
John Johannesen kallaði sín part av røðuni, sum var um gransking fyri Frá toski til teldu, og vísti á týdningin í at flyta seg frá veiðusamfelagi til eitt moderna samfelag. Fiskivinnan kann ikki longur metta alt føroyska samfelagið, og tí er neyðugt at fáa onnur bein at standa á.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Fróðskaparsetri vendast á høvdið
Her er førleikamenning og útbúgving lykilin til framtíðina. Miðnámsútbúgvingar til øll og ein umskipan av Fróðskaparsetrinum vóru høvuðsboðini hjá John. Hann skeyt upp, at Fróðskaparsetrið var vent á høvdið. Sum nú er fáa fólk grundvitanina og sambært honum teoriina á Fróðskaparsetrinum, meðan spesialinseringin og harvið eisini granskingin verður gjørd uttanlanda. Hetta heldur hann vera óheppið, og vildi tí heldur, at fólk fingu grundvitanina og teoriina uttanlanda, og síðan kundu koma til Føroyar at gera sína serritgerð, og á hendan hátt fáa royndir og vitan um føroysk viðurskifti.
Finnur Helmsdal, var ikki samdur við John um, at Fróðskaparsetri skuldi vendast høvdið, hetta vóru fleiri av áhoyrarunum heldur ikki. Tað varð víst á, at grundútbúgvingin ikki bert er teori, men eisini praksis. Onkur vísti eisini á, at sjálvt um føroyingar spesialisera seg uttanlanda, so gera nógvir av at skriva um føroysk viðurskifti. <st1:PersonName$?$end$!$Hildur Eyðunsdóttir</st1:PersonName$?$end$!$, sum hevur lisið í Íslandi, vísti á, at man í Íslandi hevur brúkt sama leist við at bjóða grundútbúgving heima og spesialisering uttanlanda, og hesum hava tey góðar royndir við.<BR>
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Heldur gransking enn monumentir
Finnur Helmsdal segði, at gransking í nógv ár hevur verið eitt loysunarorð og hevur skula bjarga okkum. Uppskotið um granskingargrunn gjørdist ongantíð, tað sum man vildi. Men hann staðfesti, at nú var broytt. Hann helt, at samgongan tók rívan til, við granskingarpark fyri 70 milliónir. Hann spurdi Rúnu Hilduberg, um hvat Granskingarráðið helt um granskingarparkina, og um peningurin ikki heldur skuldi verið brúktur til til gransking enn til monumentir.
Rúna svaraði, at tey ikki høvdu tosa um hetta í ráðnum enn. Men at hon persónliga helt, at ein granskingarpark er eitt gott hugskot, tí verandi karmar eru so ringir, at hetta er neyðugt.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Neyðugt at satsa fyri at vinna
Finnur spurdi eisini Rúnu, um vinnugransking var tað rætta, og vísti á, at man í Finnlandi tekur tjansir í hvat man granskar í, og at bert ein triðingur av granskingini gevur vinning, meðan man í Danmark tekur færri tjansir, og har gevur umleið helvtin av granskingini vinning, tó ikki líka stóran vinning, sum í Finnlandi. Rúna svaraði, at man skal satsa fyri at vinna, og tí kann man gott satsa í vinnugransking, men man skal satsa málrættað.
Kjakið var nógv og gott, millum annað var av nógvum ført fram, at høvuðsorsøkin til flest allar trupulleikar á Fróðskaparsetrinum var manglandi fíggjarlig orka. Í Føroyum er nógv væl útbúgvin fólk. Men hesi taka sær av frálæru á studentaskúlum í staðin fyri at granska. Heldur ikki teir sum er lektorar á Fróðskaparsetrinum hava tíð til grannsking, og sostatt verður ikki granskað.










