Seinnapartin verður aftur hildin serstakur granskingardagur á Landssjúkrahúsinum, har sjóneykan verður sett á gransking, ið verður framd á ella hevur samband við Landssjúkrahúsið.
- Granskingarnevndin á Landssjúkrahúsinum metir, at við góðu royndunum frá undanfarnu árum, kunnu vit bert staðfesta, at tørvur og áhugi er fyri, at gransking á Landssjúkrahúsinum verður lýst á serstøkum tiltaki.
Á Granskingardegnum verður enn eina ferð høvi at hoyra um og síggja granskingarverkætlanir, ið hava eitt ávíst tilknýti til Landssjúkrahúsið. Eins og seinast verður høvi hjá øllum starvsfólki á Landssjúkrahúsinum at vera við á degnum. Eisini verða starvsfólk og samstarvsfelagar á øðrum viðkomandi stovnum boðin við og umboð frá viðkomandi myndugleikum.
Høvi verður at hoyra fleiri styttri fyrilestrar og síggja framsýning av verkætlanarpostarum. Aftur í ár verður skipað fyri kapping millum tey, ið hava latið inn postara til Granskingardagin – heiðursløn verður latin besta postara, ið verður valdur av serstakari nevnd.
Dagurin verður settur klokkan 13 og klokkan 13.15 vera framløgur av ymiskum granskingarverkætlanum. Millum granskararnar, sum høvi verður at hoyra og tosa við eru Shahin Gaini, yvirlækni, og William Smith, smittuverjufrøðingur. Klokkan 15 heldur Jacob Kjellberg, professari og verkætlanarleiðari á FORA ein fyrilestur um hvat heilsa kostar.










