Tað er ein ørgrynna av møguleikum at knýta tey neyðugu sambondini og gera tær góðu avtalurnar.
Vit fingu ein einastandandi møguleika, tá ið tað eydnaðist okkum at tryggja Føroyum limaskap í FP7 granskingarsamstarvinum í ES.
Henda avtala letur dyr upp – men vit mugu vera nógv fleiri, sum ganga á hurðarnar og menna granskingarsamstarvið við Danmark, ES og onnur lond.
Hagtøl, ið mugu broytast
Hagtølini siga, at nógvar kvinnur og nógv ung fólk flyta út Føroyum og koma ikki heim aftur.
Vit hava øll eina ábyrgd at venda hesari gongd. Ítøkilig tiltøk mugu orðast og ikki minst fremjast, fyri at venda gongdini.
Gransking, búskaparvøkstur og fólkavøkstur hanga óloysiliga saman. Sum umboð fyri Føroyar á fólkatingi fari eg at brúka alla mína orku at skunda undir hesa tilgongd.