Gransking á Landssjúkrahúsinum

Sjálvmorðsroyndir og botulisma eru millum evnini, sum nomið verður við á Granskingardegnum á Landssjúkrahúsinum

Árligi Granskingardagurin á Landssjúkrahúsinum verður í morgin 28. mai og byrjar kl 13 í Forhøllini.

 

Granskingardagurin, ið fyrstu ferð varð hildin 29. mai 2013, er eitt tiltak, ið er sprottið úr tí økta áhuganum og strembanini at gera gransking til ein fastan tátt á Landssjúkrahúsinum.

 

Menningin av einum og hvørjum nútímans sjúkrahúsverki krevur, at bæði útbúgving og gransking er ein nátúrligur og samansjóðaður partur av virkseminum, ið verður framt hvønn dag.

 

Millum fyrilestrarhaldararnar eru Shahin Gaini, Sólrun Joensen, Anirban Nandi og Pál Weihe.

 

Skráin fevnir um styttri framløgur av granskingarverkætlanum, postaraframsýning og tveir longri fyrilestrar, sum taka samanum føroyska heilsugransking og tess menning.