- Nýggi kanningarmøguleikin ger, at vit skjótari kunnu broyta viðgerðina. Hetta sparir sjúklingin fyri óneyðug hjáárin og leingir um lívið, sigur norski professarin, Oddmund Nordgård.

Granskarar við gjøgnumbroti innan krabbamein

Ein test, sum er ment av granskarum í Noregi, skal vísa, um krabbameinsviðgerðin virkar ella ikki. - Hetta kann leingja um lívið, halda granskarar.

 

- Nýggi kanningarmøguleikin ger, at vit skjótari kunnu broyta viðgerðina. Hetta sparir sjúklingin fyri óneyðug hjáárin og leingir um lívið, sigur norski professarin, Oddmund Nordgård.

Testin, sum er ment av granskarum á Stavanger Universitetssjúkrahúsi í Noregi, vísir støðið av krabbameins-dna í blóðinum.

 

Tað veit norska kringvarpið NRK at siga í dag.

 

- Vit hava havt eitt gjøgnumbrot í okkara gransking, og vit hava funnið fram til nakað, vit halda kann leingja lívið hjá krabbameinssjúklingum.

 

Tað sigur professarin á Stavanger Universitetssjúkrahúsi, Oddmund Nordgård.

 

Granskararnir siga, at teir hava funnið arvaevnið til krabbamein í blóðinum, og hetta kann vísa, um ein viðgerð móti krabbameini virkar ella ei.

 

- Um viðgerðin ikki minkar um krabbameins-dna'ið, kunnu læknarnir royna eina aðra viðgerð.

 

Professarin, Oddmund Nordgård, sigur, at læknarnir nú fyrr í tilgongdini kunnu finna út av, um ein svullur veksur ella ei, og hetta sæst skjótari við nýggju testini enn við eitt nú røntgen ella myndadiagnostikki.

 

- Nýggi kanningarmøguleikin ger, at vit skjótari kunnu broyta viðgerðina. Hetta sparir sjúklingin fyri óneyðug hjáárin og leingir um lívið, sigur Oddmund Nordgård.

 

 

 

- Nýggi kanningarmøguleikin ger, at vit skjótari kunnu broyta viðgerðina. Hetta sparir sjúklingin fyri óneyðug hjáárin og leingir um lívið, sigur norski professarin, Oddmund Nordgård.