Granskarar á ísflaka

Grønlendskir og danskir granskarar skulu kanna ymisk viðurskifti við Norðpólin Í næstu viku fara nakrir danskir og grønlendskir granskarar upp á ein ísflaka tætt við Norðpólin, og ætlanin er so, at teir skulu búleikast á ísflakanum tær næstu tríggjar vikurnar, sigur danska veðurstovan DMI.

Í granskarahópinum eru jarðfrøðingar, jarðalisfrøðingar, verkfrøðingar og teknikarar, og teir skulu royna at fáa eina mynd av teimum stóru broytingunum, sum hava verið í tí arktiska økinum tey seinnu árini.

Herumframt skulu tól hjá DMI kanna hita- og saltviðurskiftini í sjónum, og hvussu havstreymarnir eru, sigur DMI.