Í gjár skipaði Galathea 3 fyri almennum tiltaki í Norðurlandahúsinum, har greitt var frá søguni hjá Galathea 3 og tríggir av granskarunum umborð á Vædderen greiddu frá sínum virksemi.
Teir tríggir fyrilestrarhaldararnir høvdu 20 minuttir hvør at greiða frá sínum virksemi, og Lone Gram var tann fyrsti, sum fekk orðið.
Hon greiddi frá, at tað hon serliga er áhugað í tí, tey nevna Roseobacter-bakteriur, og hví tann bólkurin er so sterkur.
Lone Gram greiddi frá, at tey fara at gera royndir av vatni, á slangum, fiski, skjaldbøkum og hvalspýggjum.
Úr teimum royndunum ætla og vóna tey at finna evni, ið kunnu brúkast at menna antibiotika, konserveringsevni ella probiotika til fisk.
Stig Markager var annar fyrilestrarhaldarin og hann greiddi frá, at hann granskaði í tí, sum vit kunnu kalla havsins mold, ella tað sum á fakmáli eitur upployst organisk evni. Teirra royndir verða gjørdar út frá vatni, ið verður tikið upp í bátin ymsa staðni á leiðini.
Seinasti fyrilestrarhaldarin var Nikolaj Blom, og hann granskar í tí, ið hann kallaði polarhavsins DNA. Hann vónaði at finna evni, ið møguliga kunnu brúkast sum partur av læknaevnum.
Amboðið, sum allir granskararnir brúka á rannsóknarferðini er ein sokallaður vatnheintari. Síðani er ymiskt hvussu og hvat vatnið verður brúkt til, og fyriliggur heilt stóra arbeiðið ikki fyrr enn granskararnir koma í land, og fara at viðgera royndirnar.










