Í kvøld verður árliga heiðurslønin fyri miðling av gransking latin, Heiðurslønin verður latin á kvøldsetuni hjá Vísindavøkuni.
Á kvøldsetuni verður avdúkað, hvør fær ársins heiðursløn, og heiðursblað og ein kekkur á 5.000 kr. verða handaður.
Hetta er fjórða árið, at miðlaheiðurslønin verður handað. Hon varð latin á fyrsta sinni í 2012, tá Dorete Bloch sála, professari í lívfrøði, fekk heiðurin. Í 2013 var tað Pál Weihe, professari í fólkaheilsufrøði, og í 2014 var tað Kári Sólstein, journalistur.
Tað er ein nevnd við umboðum fyri Føroysk Miðlafólk, Fróðskaparsetur Føroya og Granskingarráðið, sum ger av, hvør skal hava heiðurin, eftir uppskoti frá fólki.










