Granskarar hittast í Íslandi

Árliga ICES ráðstevnan er í næstu viku

Í næstu viku verður árliga ráðstevnan í ICES, har granskarar úr øllum limalondunum leggja fram síni nýggjastu granskingarúrslit.

 

Ráðstevnan verður hildin í september á hvørjum ári, og skiftir ímillum ymisku limalondini í ICES, og í ár verður hon í Reykjavík í Íslandi.

 

Føroyska Havstovan luttekur á hvørjum ári á hesum ráðstevnum, har føroyskir granskarar leggja framm teirra nýggjastu úrslit, og so verður eisini í ár. Fleiri granskarar á Havstovuni hava eisini týðandi uppgávur í ymiskum arbeiðs- og ráðgevandi bólkum undir ICES.

 

Árligu ráðstevnurnar hjá ICES hava stóran týdning fyri granskararnar í limalondunum. Tær geva teimum høvi at leggja fram síni úrslit fyri øðrum granskarum, og fáa afturmeldingar og kjak um niðurstøðurnar.

 

- Hetta er sera umráðandi fyri at fáa so góða gransking sum gjørligt, og skapar kontaktir og samstarv, sum hava alstóran týdning í dagliga arbeiðinum hjá granskarum, sigur Havstovan umvegis heimasíðu sína.