Partabrøv eru ikki besta langsiktaða íløgan. Tað hava granskarar á University-Davis, University of Bonn og týski miðbankin staðfest í einari kanning.
Quartz skrivar, at granskararnir hava kannað íløgur síðani 1870, og teirra niðurstøða er, at bestu langsiktaðu íløgurnar eru gjørdar í fastogn – bústaðir og bygningar.
Granskararnir hava kannað búskapin í 16 londum – millum annað í USA, Bretlandi, Spania, Frakland, Japan og Australia – og fastogn hevur munin á partabrøvum.
Í miðal hava íløgur í fastogn givið avkast á 7,05 prosent um árið, meðan partabrøv hava givið 6,89 prosent. Lánsbrøv hava givið 2,5 prosent.
Í nøkrum londum hava partabrøv givið størri avkast enn fastogn, men samanlagt hevur fastogn givið størri avkast.










