Bretskir granskarar ávara nú ímóti at brúka gamlar leikur og serliga gamlar Lego-kubbar.
TV2 skrivar, at granskararnir kannaðu 200 ymisk leikapetti, sum teir fingu úr dagstovnum, heimum og endurnýtsluhandlum. Leikapettini vóru kannar fyri 9 ymisk skaðilig evni, og nógv av hesum evnum vóru at finna í leikunum. 20 av leikapettunum innihildu øll tey 9 evnini.
– Lego-kubbar frá 1970’unum og 1980’unum eru størsti trupulleikin. Tá vóru leikur ikki kannaðar í sama mun, sum tær verða nú. Summar av hesum leikum verða framvegis brúktar, sigur Andrew Turnar, sum er lækni og var við í verkætlaninini, við BBC.
Lego fyritøkan hevur latið óheftan serfrøðing kanna gamlar kubbar, og við TV2 sigur Lego, at kubbarnir eru ikki vandamiklir, um teir bara eru í góðum standi.









