Granskarar berjast móti laksalús

Fiskaaling og Náttúruvísindadeildin hjá Fróðskaparsetrinum hava seinasta dagarnar verið vertir fyri eini verkstovu við altjóða luttøku.

Fiskaaling og Náttúruvísindadeildin hjá Fróðskaparsetrinum hava seinasta dagarnar verið vertir fyri eini verkstovu við altjóða luttøku, sum hevur viðgjørt avbjóðinginga við lús í alivinnuni.

 

Tað var Johan Dahl, landsstýrismaður við vinnumálum, sum setti verkstovuna týsmorgunin.

 

Luttakararnir eru framstandandi granskarar, sum á ymsan hátt arbeiða við avbjóðingini, sum lús er fyri alilaks. Luttakararnir vóru úr Chili, Kanada, Írland, Skotland, Noregi, Danmark, Íslands og úr Føroyum.

 

Umframt fólk frá Fiskaaling og Fróðskaparsetrinum luttóku eisini starvsfólk frá øllum føroysku alifeløgum, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Sp/F Fiskaheilsutænastan og Granskingarráðið.

Tað er Hóraldur Joensen, lektari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, sum saman við Svein Ole Mikalsen, professara á Náttúruvísindadeildini og Jonhardi Eysturskarð, granskara á Fiskaaaling, sum hava skipað fyri verkstovuni.

 

Tað eru eisini teir, sum hava fingið altjóða granskararnar higar til lands, og tað er nevndin hjá AG-fisk undir Norðurlandaráðnum, sum hevur fíggjað verkstovuna.

 

Fimm av teimum 20 framløgunum, sum vóru á altjóða verkstovuni, vóru frá granskarum frá Fiskaaling.

 

Tað veit heimasíðan hjá Fiskaaling at siga í dag.