Granskarafundur í Havn um vikuskiftið

? ? ?

Farna vikuskiftið vitjaðu granskarar úr Italia, Frankaríki, Hálandi, Týsklandi, Danmark og Svøríki Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu at røða um møguligar komandi granskingarætlanir viðvíkjandi heilsuárini av dálkaðum mati úr havinum.

Landsstýrismaðurin í heilsumálum Helena Dam á Neystabø setti arbeiðsfundin leygarmorgunin og bjóðaði gestunum vælkomnum.

Granskarar frá sjúkrahúsverkinum og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni greiddu frá støðuni í Føroyum, og gestirnir greiddu frá møguligum kanningarhættum á teirra serumráðum.

Endamálið við fundinum var at finna samstarvsfelagar í Europa til framhaldandi gransking innan hetta øki í Føroyum.

Semja var um at royna at seta saman eina granskingarætlan, sum allir stovnarnir, sum vóru umboðaðir á fundinum, kunnu viðvirka til og síðani søkja um fígging frá EU.

Danska læknavísundaliga granskingarráðið fíggjaði arbeiðsfundin.