Granska tannfisk

Smáir sendarar verða settir á fiskin, sum geva upplýsingar um, hvar fiskurin ferðast - hvørjum dýpi hann er á, og hvønn hita í sjónum honum dámar

Á Falklandsoyggjunum eru tey farin undir at granska tannfisk, sum er ein eftirspurdur og kostnaðarmikil fiskur.

Tað var tann tíð, tá fleiri føroyingar fiskaðu tannfisk í Suðuríshavinum og tjentu nógvan pening. Hetta var serliga við skipum, sum norðmenn høvdu við at gera.

Seinni fóru lond at seta treytir við veiði eftir tannfiski, og veiðan gjørdist meira skipað.

Nú eru fólk á Falklandsoyggjunum so farin at seta smáar sendarar á fisk, sum skráseta hvørjum dýpi fiskurin heldur til á, og hvønn hita í sjónum honum dámar best.

Smá “kips” verða sett á fiskin, og eftir seks mánaðum loysna tey av sær sjálvum og flotna.

Tað er World Fishing, sum ber hesi tíðindi.

Higartil hava granskarar funnið út av, at tannfiskur ferðast einar 50 metrar upp og niður í sjónum í ein dag, og tað er ikki nógv. Í tíðarskeiðinum frá september til ársenda ferðast tannfiskur heilt niður á 1200 metra dýpi, har hitin liggur um 2,5-3,5 stig.

Tannfiskur kann gerast meira enn tveir metrar langur og viga upp í eini 300 pund.

Fiskurin livir á djúpum vatni í Kyrrahavinum, í suðuramerikanskum sjógvi og kring oyggjarnar við Antarktis.