Grannskoðarin var ikki verdur álitið

Ein grannskoðari hevur fingið eina ávaring í samband við eitt mál um undandrátt fyri 2,8 milliónir krónur.

Ein grannskoðari hevur fingið eina ávaring frá Grannskoðaranevndini, fyri at hava sett til síðis sínar skyldur sum grannskoðari, í samband við eitt mál, har ein maður hevur svikað sín arbeiðsgevara fyri 2,2 milliónir krónur. Tað skrivar Vágaportalurin.

 

Arbeiðsgevarin valdi at kæra grannskoðaran inn fyri Grannskoðaranevndina, tí hann metti, at grannskoðarin átti at havt uppdagað svikið, ið fór fram í 23 ár, frá 1987 til 2010. Øll hesi árini hevur grannskoðarin góðkent roknskapin og sagt, at talan er um eitt væl umsitið øki.

 

Í rættarfrágreiðing síni greiddi dømdi maðurin frá, at svikið var lætt at fremja og at grannskoðarin vitjaði einans eina ferð um árið.

 

Grannskoðaranevndin heldur ikki, at svik í sjálvum sær merkir, at grannskoðarin ikki hevur hildið sínar skyldur. Til tess eru undandráttirnir í hesum málinum ov væl duldir, metir nevndin. Hon hevur tí heldur kannað, hvørt grannskoðarin, við betur at fylgja góðum grannskoðarasiði, kundi havt minkað um høvi og sannlíkindini fyri sviki, ella um grannskoðarin hevur mishildið skyldur sínar og alment økt um vandan fyri sviki.

Grannskoðaranevndin hevur í síni viðgerð lagt dent á grannskoðarans leiklut sum álitisumboð hjá almenninginum. Hon er komin til ta niðurstøðu, at grannskoðarin eftir øllum at døma hevði ov stórt álit á dømda manninum, og í ov nógvum førum hevur trúð dømda, tá hann hevur sagt, at hann skuldi fáa skeivleikar í roknskapinum í rættlag aftur.

 

Eftir at svikið er avdúkað, viðmerkir grannskoðarin, at dømdi maðurin bæði hevur heimild at flyta pening og at bóka somu flytingar, og ávarar um, at hetta ikki er nóg gott, men at greiður skilnaður eigur at vera ímillum. Hóast hann hevði lagt hetta til merkis fyrr, hevði hann valt at geva roknskapinum eina blanka átekning. Grannskoðarin vardi seg eisini við, at bygnaðarbroytingar hjá arbeiðsgevaranum gjørdu, at grannskoðanin hevði raðfest aðrar avbjóðingar við roknskapinum enn at kanna hann fyri svikið.

 

Grannskoðaranevndin var samd í hesi meting, men átalar kortini, at roknskapurin fekk eina blanka átekning, sum eisini varð tað, sum almenningurin fekk at vita, tá tað kortini vóru skeivleikar við honum. 

 

Niðurstøðan hjá Grannskoðaranevndini er, at grannskoðarin hevur givið frágreiðingar og váttanir, sum ikki til fulnar samsvara við góðan sið, og ikki livað upp til starvið sum álitisumboð hjá almenninginum.

 

Grannskoðaranevndin metir tó, at talan er um so lítlar upphæddir yvir so langa tíð, at tað einans vóru neyvan kanningar frá løgregluni, ið kundu avdúka svikið, og at grannskoðarin tískil ikki hevur misrøkt sína skyldu á hesum økinum.

 

Grannskoðarin hevur tí fingið eina ávaring frá nevndini fyri at seta til síðis tær skyldur, ið fylgja við starvinum.

 

Dómurin er at lesa her.

 

 

 

Arbeiðstakarin var í Føroya rætti dømdur fyri grovan undandrátt og mátti rinda arbeiðsgevaranu 2,8 milliónir krónur aftur.