Knassar, sum millum annað rekur heimasíðuna, portal.fo, hevur júst latið roknskapin fyri 2014/15 inn.
Roknskapurin vísir eitt hall á nærum hálvaaðru millión. Hetta er áttandi árið á rað, at Knassar hevur hall, og serliga hevur hallið verið stórt, síðani felagið fyri góðum tveimum árum síðani keypti portal.fo frá Føroya Tele. Eginpeningur felagsins er við roknskaparárslok negativur við 1,2 mió kr.
Í ársfrágreiðingini skrivar leiðslan, at umfatandi tillagingar eru og verða gjørdar, so raksturin kann skilbøtast. Somuleiðis verður staðfest, at avtala er gjørd við fíggjarstovnar og nakrar ognarar viðvíkjandi gjaldstreytunum fyri skuld. Og at rakstrarætlanin fyri komandi roknskaparár vísir eitt avlop. Hesi viðurskifti skulu tryggja, at eginpeningurin verður endurreistur, og tí er roknskapurin gjørdur við framhaldandi rakstri fyri eyga. Eisini hevur felagið í tíðindaskrivi í farnu viku sagt, at arbeitt verður við at fáa nýggjar íleggjarar.
Grannskoðarin er tó ikki samdur í hesum. Í átekning sínari staðfestir grannskoðarin, at tey ikki eru samd í metingini hjá leiðsluni, og tí verður mælt til, at aðalfundurin ikki góðkennur roknskapin.
Verður roknskapurin ikki gjørdur við framhaldandi rakstri fyri eyga, eiga eitt nú allir ognir at virðissetast til søluprís ella mettan søluprís. Størsta ognin hjá Knassum er portal.fo. Navnaøkið er innroknað sum goodwill við einum virði á 5,1 mió kr. Hóast goodwill vanliga verður avskrivað yvir fimm ár, er avskrivingartíðarskeiðið í roknskapinum sett til 10 ár. Við øðrum orðum eru avskrivingar hjá Knassum lægri, enn tær vildu verið, um vanliga fimm-ára tíðarskeiðið varð nýtt.