Hvat visti Johan Dahl landsstýrismaður í vinnumálum, í veruleikanum um fíggjarstøðuna hjá Strandferðsluni.
Tað vilja grannskoðararnir hjá Løgtinginum nú hava at vita.
Løgtingsgrannskoðararnir eru komnir upp í málið um fíggjarviðurskiftini á Strandferðsluni.
Rundan um jólini kom undan kavi, at ivi var um fíggjarligu viðurskiftini og at hallið hjá Strandferðsluni í fjør kanska var størri enn tað sá út til at vera.
Tilskil varð uttanhýsis grannskoðari settur at gera ein roknskap, samstundis sum nýggjur stjóri varð settur.
Men Løgtingsgrannskoðararnir vilja nú hava full greiði á, hvat er farið fram ímillum Strandferðsluna og Landsstýrismannin í vinnumálum.
Reimund Langgard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, er formaður fyri løgtingsgrannskoðararnar og hann váttar fyri www.in.fo, at teir hava tikið málið upp.
- Í fyrstu syftu hava vit biðið um tann grannskoðaða roknskapin fyri í fjør, sum uttanhýsis grannskoðarin er í ferð við, sigur Reimund Langgard.
Tá ið løgtingsgrannskoðararnir hava fingið hann, fara teir at kanna viðurskiftini gjølligari.
- Í hesum sambandi ætla vit at kanna eftir, hvussu samskiftið hevur verið ímillum landsstýrismannin í vinnumálum og Strandferðsluna.
Reimund Langgard heldur ikki, at tað er nøktandi, at tað tekur fleiri mánaðir at fáa slíkar upplýsingar undan kavi, tí slíkir upplýsingar eiga at verða tøkir so hvørt.
Reimund Langgard sigur, at grannskoðararnir vilja hava at vita, hvat Johan Dahl í veruleikanum visti um fíggjarstøðuni hjá Strandferðsluni.
- Hevur Johan Dahl vita um fíggjarstøðuna hjá Strandferðsluna og hevur hann bara latið staðið til, er tað eitt mál fyri løgtingsgrannskoðararnar, sigur Reimund Langgard.
Hann hugsar her um at fáa greiði á, um Johan Dahl visti -ella átti at vita- at játtanin til Strandferðsluna ikki fór at halda, uttan at gera nakað við tað, tað vil siga, uttan at seta sparingar í verk á Strandferðsluni, ella uttan at biðja Løgtingið um eykajáttan til stovnin.
- Er tað støðan, er tað ein trupulleiki, sigur Reimund Langgard.
Men hvat heldur tú sjálvir, er tað ein so stórur trupulleiki, at tað eigur at fáa avleiðingar fyri landsstýrismannin?
- Tað er í øllum førum ein trupulleiki og nú mugu vit fyrst, hvat úrslitið verður, sigur Reimund Langgaard.
Hann sigur, at Løgtingsgrannskoðararnir kunnu ikki taka nakra avgerð.
- Vit kunnu lýsa málið og vit kunnu leggja upplýsingarnar fyri Løgtingið. Vit kunnu vísa á viðurskifti, sum kundi verið handfarin øðrvís og vit kunnu vísa á viðurskfti, sum ikki eru handfarin nógv æl. Vit kunnu eisini átala og geva løgtinginum eitt tilmæli.
- Men hvat hendir í málinum, avgerð Løgtingið einsamalt, sigur formaðurin fyri Løgtingsgrannskoðararnar, sigur Reimund Langaard.
|










