Nýggur grannskoðari hjá Kringvarpinum hevur avskrivingarháttin hjá stovninum soleiðis, at peningaongin hjá Kringvarpinum í 2010 og í 2011 minkar tríggjar milliónir og í 2012 eina hálva millión.
Hesum boðar stýrið fyri Kringvarpið frá í frágreining til Mentamálaráðið, nevnd »Public Service á vandakós«, sum er gjørd í sambandi við aktuellu fíggjarkreppuna hjá Kringvarpinum.
Hallið hjá Kringvarpinum seinastu árini er fíggja við innistandandi peningaogn hjá stovninum, sum ahrvið er minkað á hvørjum ári. Í fjør kom ognin niður á tríggjar milliónir krónur.
Hetta er helst ikki nóg mikið til at røkka fyri hallinum í ár. Væntandi koma einar 700.000 krónur at resta í, skrivar stýrið í frágreiðingini.
Síðani vísir stýrið á, at í fjør var eitt serliga stórt inntriv í peningaognina. hetta inntriv er ein avleiðing av, at Kringvarpið fekk nýggjan grannskoðara.
Nýggi grannskoðarin heldur, at undanfarni avskrivingarháttur, sum brúktur er í samnandi við kringvarpsgjaldið, er skeivur. Áður bleiv kringvarpsgjald eldri enn fimm á avskrivað. Nú mæla grannskoðarin og Gjaldstovan til, at kringvarpsgjaldið verður mett og avskrivað grundað á tað, sum veruliga kann væntast at koma inn. Broytti avskrivingarhátturin hevur í 2010 ogí 2011 minkða um peningaognina við trimum milliónum krónum og í ætlanartølunum fyri 2012 við eini hálvari millión, skrivar stýrið.
Seinasta metingin um rakstrarúrslitið hjá Kringvarpi Føroya vísir soleiðis, at úrslitið við árslok helst verður eitt hall upp á 3,7 milliónir krónur.










