Grannskoðarar nú í sama felagi

Í eina tíð hava nevndirnar í Felagið fyri Løggildar Grannskoðarar og Felagið fyri Skrásettar Grannskoðarar arbeitt við at leggja feløgini saman. Fríggjadagin varð hetta framt í verki og Felagnum Føroyskir Grannskoðarar stovnað.

Samstundis við stovnanina, er endamálið eisini at at fáa eitt breiðari felag, sum er betri ført fyri bæði at verja og at stimbra limir felagsins.

- Hetta verður eisini gjørt fyri at kunna vera ein effektivari við- og mótspælari hjá almennu myndugleikunum, ikki minst, tá talan er um lógir og lógarbroytingar, sum á ein ella annan hátt hava ávirkan á grannskoðaravinnuna ella vinnuna sum heild, sigur fyrsta nevndin í felagnum.

Teirra vón er somuleiðis, at tað nú verður lættari at samskifta við almennar myndugleikar, stovnar og onnur, tá tað bert er ein og sami felagsskapur, sum teir hava at venda sær til.

Á stovnandi aðalfundinum vórðu fýr góðkendir grannskoðarar valdir í nevndina, sum hevur skipað seg soleiðis: Jógvan Amonsson, formaður (myndin); Mark Højgaard, næstformaður; Mirjam Haraldsen, peningarøkil, og Olaf Frits Joensen, skrivari.