Umframt fyrstu viðgerðina av uppskotinum um, at hækka pensjónsviðbót pensjónistanna, vóru tríggjar aðrar fyrstu viðgerðir á dagsskránni.
Talan var í øllum trimum førum um viðgerðir av grannskoðan av almennum roknskapum.
Tann fyrst av teimum trimum almennu roknskapunum var av roknskapinum hjá Menningargrunni Ídnaðarins fyri fíggjarárið 1998.
Næsta almenni roknskapurin, ið var til viðgerðar, var tann hjá Føroya Ídnaðargrunni, og var eisini í hesum førinum talan um roknskapin fyri fíggjarárið 1998.
Seinasti roknskapurin var tann fyri Íleggingargrunnin fyri Føroyar, og var talan enn einaferð um roknskapin fyri fíggjarárið 1998.
Eftir fyrstu viðgerðirnar skuldi Signar á Brúnni, landsstýrismaður, svara Rúni Sivertsen, løgtingskvinnu uppá fyrispurning nummar 100-18/1999 um Skúlan á Trøðni og Sernámsdepilin.
Næstseinasta punktið á dagsskránni var svar uppá fyrispurning frá Lisbeth L. Petersen, løgtingskvinnu, til Finnboga Arge Landsstýrismann viðvíkjandi barnsburðargrunni.
Seinast á dagsskránni fyri tingfund nummar 53 hesa tingsetuna var framløga.