Grannin bjargar Dubai

Dubai fer ikki á húsagang kortini. Í síðstu løtu hevur grannalandið Abu Dhabi givið landinum tilsøgn um ein gávupakka við 10 milliardum amerikonskum dollarum. Tað almenna byggifelagið Nakheel fær 4,1 milliardir dollarar úr pakkanum og kann sostatt rinda eitt lán, sum fellur til gjaldingar í dag.

Hin parturin av pakkanum skal brúkast til at rinda aðra skuld og til at fíggja arbeiðið við Dubai World teir næstu mánaðirnar.

Bloomberg News skrivar, at hóast pakkin tryggjar myndugleikunum í Dubai gjaldføri, kunnu bankar og onnur, sum eiga pengar til góðar har, ikki kenna seg trygg.