Granni: - Vit eru skelkað

Tað er tvídráttur um, hvørt ávaringarljósini við tokbreytina virkaðu, tá syrgiliga vanlukkan hendi í morgun, har faðir og sonur lótu lív.

 

 

Tað var stutt eftir klokkan 11 í morgun, at ein persónbilur við einari norskari familju kom fyri eitt tok í Tustrup í Danmark. 34 ára gamli maðurin doyði, og tað gjørdi sjey ára gamli sonur hansara eisini. Konan og dóttirin, sum eisini vóru í bilinum, endaðu á sjúkrahúsi og eru sambært donsku løgregluni ikki í lívsvanda.

VG skrivar, at higartil hevur løgreglan einki viljað sagt um møguligu orsøkina til syrgiligu vanlukkuna, men sambært norsku heimasíðuni halda grannar, har hendingin fór fram, at tokbreytin í økinum er ov illa tryggjað.

- Tað er ræðuligt, at hetta er hent. Vit, sum búgva her, eru skelkað, sigur Mike Klemmensen við ávísina, Århus Stiftstidende. Hann vísir á, at bummarnir, sum skulu tryggja tokbreytina, tá tokið kemur um hesar leiðir, liggja klárir á einum garði nærindis. 

Hann vísir á, at bummarnir eru bara ikki settir upp, áðrenn tokið byrjaði at koyra hesa rutu. Eisini hava tey seinastu tveir dagarnar sæð, sigur grannin, at ávaringarljósini ikki hava virkað.

##med2##

- Foreldur míni koyrdu tvørtur um tokbreytina so seint sum fyrrapartin í dag, tá ávaringarljósini ikki blunkaðu - og so kortini sóu tey, at tokið var á veg, sigur Mike Klemmensen við ávísina, Århus Stiftstidende.

Morten Grantzau býr eisini í umhvørvinum, har vanlukkan hendi í morgun. Hann sigur við DR, at familjan hjá honum nógvar ferðir koyrir um tokskinnararnar í økinum, og í meira enn helminginum av førunum virka ljósini ikki, sum tey skulu.

VG hevur verið í samband við ein granna, sum býr 900 metrar frá vanlukkustaðnum, og hon sigur seg dagliga koyra um tokskinnararnar.

- Eg havi ongantíð upplivað, at ljósini ikki hava virkað, men eg vil kortini ikki siga og halda, at ljósini ikki kunnu hava svikið, tá vanlukkan hendi, sigur hon.

Stjórin í Letbanen, sum henda ruta verður rópt, Michael Borre, sigur við VG, at økið skal dagførast við einum bummi, og hetta arbeiðið verður liðugt í seinasta lagi hin 1. oktober í ár.

Sum skilst á norsku heimasíðuni, heldur stjórin ikki, at ákærurnar um, at ljósini ikki virkaðu, eru rættar. - Tað trúgvi eg einki uppá. Eg havi spurt, um feilfráboðanir hava verið, og svarið er nei.

Michael Borre heldur tað tískil ikki vera rætt, tá sagt verður, at ljósini við umrøddu tokbreyt ikki virkaðu, tá syrgiliga vanlukkan, sum kravdi tvey mannalív, hendi. At eingin bummur er í slíkum føri, er einki óvanligt, sigur stjórin.