Granni hjálpti til við at sløkkja eld

At tað kann vera hent at hava ein eldsløkkjara við hondina vísti ein hending í Vági um midnáttarleitið í gjárkvøldið.

 

Um midnáttarleitið í gjárkvøldið varð boðað frá eldi í einum sethúsum í Vági. Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at tíbetur spældi alt væl av, men ein av persónunum í húsunum varð fluttur á Suðuroyar Sjúkrahús fyri møguliga roykeitran.

- Tað var meira roykur enn eldur, og vit hava skilt, at tað helst var okkurt við elskipanini í húsunum, sum gekk galið. Fólk vóru inni, men tíbetur er ikki líkt til, at nakar fekk álvarsligt mein. Eitt fólk varð tó flutt á Suðuroyar Sjúkrahús til kanningar.

Vaktleiðarin sigur, at hendingin í Vági vísir, hvønn týdning tað kann hava at hava ein eldsløkkjara við hondina, tí sambært samdøgurfrágreiðingini kom ein granni til hjálpar, og tað eydnaðist at fáa tamarhald á støðuni við eldsløkkjaranum.

- Sløkkiliðið kom á staðið, men soleiðis sum vit hava skilt, er ikki talan um, at húsini hava fingið stóran vatnskaða, men helst nakað av roykskaða, veit vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn at siga.