Eftir at fokus síðsta vikuskifti var á steypafinalunum, so verður nú í vikuskiftinum aftur spælt í landskappingini í bestu deildini hjá monnum í fótbólti.
Fyrsti dysturin verður longu fríggjakvøldið klokkan 18 í Sarpugerði, tá steypavinnararnir í Víkingi fáa vitjan av grannunum í NSÍ.
Hinir fýra dystirnir verða spældir leygardagin. At tað verður spælt fríggjadagin og leygardagin, og at eingin dystur í bestu deildini verður sunnudagin, kemst av, at landsliðið skal hava rúma tíð at fyrireika seg til HM undankappingardystin á útivølli ímóti Kasakhstan, sum verður spældur fríggjadagin um eina viku.
21. umfar
Víkingur-NSÍ: Rói Jacobsen fríggjadagin klokkan 18.00
KÍ-TB: Petur Reinert leygardagin klokkan 17.00
ÍF-AB: Dagfinn Forná leygardagin klokkan 17.00
EB/Streymur-07Vestur: Alex Troleis leygardagin klokkan 17.00
HB-B36: Lars Múller leygardagin klokkan 18.00
Støðan
HB 44
ÍF 37
B36 30
EB/Streymur 28
Víkingur 28
NSÍ 27
AB 22
KÍ 21
TB 16
07Vestur 11
EB/Streymur, Víkingur, NSÍ og 07 Vestur hava spælt 19 dystir, og hini liðini hava spælt 20 dystir









