Grannauppgerð í kvøld

Kvinnuliðini hjá Neistanum og Kyndli spæla í kvøld dyst í Sunset-kappingini. Neistin fekk ikki ta byrjanina upp á kappingarárið, tá tær bláu í evstu løtu bjargaðu sær eitt stig í dystinum móti Tjaldri, og tí er trýst á teimum fyri at vinna dystin. Kyndil spældi sunnudagin móti VB, og tann dystin taptu grønu havnarkvinnurnar greitt.