Grannauppgerðir á skránni

Størsti spenningurin hetta vikuskiftið verður helst um, hvussu leikur fer, tá bestu mans- og kvinnuliðini hjá Neistianum og Kyndli bresta saman

Endaspælið í hondbólti fer av álvara í gongd hetta vikuskifti, og nú verður tað, at stigini av álvara fara at telja. Meðan ein sigur í grundspælinum í roynd og veru bert gav hálva úrtøku, so gongur teljiskipanin nú við fullari ferð komandi 3 mánaðirnar.

Kyndil skal vinna

Hjá kvinnunum verður sett hol á endaspælið leygardagin, tá VB skal eitt legg norður til Vestmanna.

Sum er, liggur VÍF á triðja plássi, meðan VB er á fimta sessinum, og hetta er helst ein søga, sum í hvussu so er VB ikki ætlar at lata sær lynda.

Seinastu dystirnar gekk eisini framá hjá suðuroyargentunum, og tískil er helst væntandi, at tær fara at geva VÍF størri mótstøðu enn í grundspælinum, tá tær taptu við 5 málum, uttan at tær nakrantíð høvdu verið í nær námind av sigrinum.


Sunnudagin verður grannauppgerð í Havn, tá Neistin og Kyndil skulu dystast um rættin til at kalla seg besta liðið í høvuðsstaðnum.

Higartil hevur tað gingist Kyndil betri í landskappingini, men eftir at Neistin fekk eina rættuliga laka byrjan, fingu tær skava nógv stig til sín seinna helming av grundspælinum, m.a. við at vinna seinna dystin móti júst Kyndli.

Umframt at vera grannauppgerð, hevur dysturin eisini rættuliga stóran týdning fyri støðurnar hjá liðunum báðum. Sum er, eru bert tvey stig á muni millum liðini, og kann Neistin við einum sigri rættuliga blanda seg uppí stríðið um heiðurskrónurnar. Hinevegin er Kyndil liðið, sum av mongum verður mett sum einasta hóttan móti Stjørnuni, og skulu tær gera álvara av hesum, eru tær helst noyddar at vinna dystin sunnudagin.

Seinasti dysturin hjá kvinnunum hetta vikuskifti verður í Runavík, har botnliði, Tjaldur, skal hýsa heitasta boðnum upp á FM-vinnara, Stjørnuni. Talan verður her helst um ein avgreiðsluspurning fyri klaksvíksgenturnar, havandi munin millum liðini bæði í huga, og ikki minst tað spælið, sum tey hava sýnt higartil í kappingini.


Skert StÍF lið

Í bestu mansdeildini verða tríggir dystir leiktir sunnudagin. Í høllini á Hálsi skulu menninir, eins og kvinnurnar, spæla lokaluppgerð, tá bláa høvuðsstaðarliðið tekur ímóti grønu grannunum.

Kyndil er í ár í teirri óvandu støðu, at teir eru undir Neistanum á stigatalvuni, nú helvtin av landskappingini er farin aftur um. Munurin millum liðini bæði er einans tvey stig, og henda munin hevur Neistin vunnið sær júst í grannadystunum báðum, sum vórðu leiktir í grundspælinum.

Hesir báðir dystir hava tó verið sera javnir, so uttan iva kann tað gerast spennandi, tá liðini bæði enn eina ferð skulu stríðast móti hvørjum øðrum.

Inni í Runavíkini verður botnuppgerð, tá Tjaldur tekur móti KÍF, og gongst eftir vild hjá Tjaldrinum, kunnu teir sleppa sær enn longur frá niðasta plássinum. Kollfirðingar hava tó ongar ætlanir um at geva skarvin yvir, og uttan iva fara teir at stríðast fyri at fáa okkurt heim við sær aftur.

Seinasti dysturin sunnudagin verður leiktur á Skála, har føroyameistararnir úr StÍF skulu leika móti H71. Á pappírinum kann hetta helst tykjast at vera ein lættur dystur fyri strandingarnar, men fyritreytirnar undan dystinum eru ikki av teimum bestu.

Tað er nevnliga soleiðis, at bæði leikandi venjarin, Jónleif Sólsker, og ársins stjørnuskot seinasta kappingarár, Alexandur Johansen, helst verða noyddir at hyggja eftir liðfeløgunum, ístaðin fyri sjálvir at taka lut í spælinu. Jónleif hevur í vikuni havt trupulleikarar í høgra knæ, uttan at tað kann staðfestast, hvat bilar, og Alexandur hevur aftur fingið trupulleikar við knænum, sum varð skurðviðgjørt tíðliga í heyst.